Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku hondbóltsdeildini vunnu

Follo og Ryger Stavanger eru millum fýra tey fremstu liðini

Tað gekk væl hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Follo vunnu á heimavølli ein greiðan 29-22 sigur á Melhus.

 

Í steðginum var Follo á odda 15-10.

 

Teis Skoraði tvey mál fyri Follo í dag.

 

Follo er triðfremst við 18 stigum, sama stigatali sum Sandefjord, ið er næstfremst. Viking TIF er fremst við 24 stigum.

 

Og komandi mikukvøld skal Follo spæla móti júst Viking á útivølli.

 

Ryger Stavanger megnaði uttan føroyska stórskjúttan hjá sær, Tróndur Mikkelsen at vinna 30-26 á Nøtterøy á útivølli. 

 

Í steðginum var Ryger á odda 14-12.

 

Hin føroyski leikarin hjá Ryger, Julian J. Kragesteen skoraði tvey mál fyri Ryger.

 

Ryger er fjórðfremst við 16 stigum.

 

Komandi leygardag leikar Ryger móti Viking TIF, ið er næstfremst á heimavølli í Stavanger.