##med2##
Víkingur og AB leikti javnleik 1-1 í Sarpugerði í Norðragøtu í dag. Tóki á Lofti legði AB á odda tá 18 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Tá ein hálvur tími var farin javnaði Adeshina Lawal til 1-1.
Fyri AB er talan um eitt gott stig nú tá ÍF og EB/Streymur spæla innanhýsis dyst í dag. Fyri Víking er talan um tvey mist stig í kapprennningini um tey evropeisku plássini.
- Vit eiga at vinna á einum liði sum AB á heimavølli, sigur ein illa nøgdur høvuðsvenjari hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagge" Hentze. Bagge heldur tað er ikki nóg gott ikki at vinna slíkar dystir á heimavølli.
Høvuðsvenjarin hjá AB, Sorin Anghel er í sínum lagi meir enn nøgdur við at hava togað seg uppá 15 stig við javnleikinum í dag. Nú er málið hjá AB at koma uppum 18 stig, ið var stigatalið teir rukku farna kappingarár.