Víkingur tapti í dag 2-1 á heimavølli í sera týdningarmikla oddabrakinum í Effodeildini ímóti KÍ. Úrslitið merkir, at nú er Víkingur fýra stig aftanfyri KÍ. Somuleiðis eru bert fýra umfør eftir.
Sostatt er ikki nógv, ið talar fyri, at Víkingur fer at vinna fyrsta FM í søgu felagsins í 2016.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, hevði at siga við Trónd Arge stutt eftir dystarlok í Sarpugerði.