TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze aftaná Bagge hevði sæð sínar menn á heimavølli tapa 0-2 ímóti B36.
Bagge er ørkymlaður um bæði málini hjá B36, serliga seinna málið har hann meinar, at tríggir spælarar hjá NSÍ kundu havt steðgað Kaimar Saag.
Bagge er greiður yvir, at fyrsti triðingurin av kappingini hevur givið ov fá stig, og liðið má avrika munandi betri og vinna væl fleiri stig í øðrum triðingi av kappingini um liðið skal verða við í oddastríðnum.
- Vit fáa ein møguleika aftrat, og nú mugu vit taka av møguleikanum, ásannar Bagge. - Nú mugu vit hyggja inneftir og finna útav hvør er við, sigur Bagge.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av báðum málunum hjá B36, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við 1-0 málskjúttan hjá B36, Hugin Samuelsen hoyrast HER