Í hesum døgum eru fleiri starvsfólk hjá Bakkafrosti á einari stórari fiskivinnumessu í Boston. Hetta er fyrsta stóra altjóða sølumessan av sínum slag í trý ár.
Og føroyska alifyritøkan Bakkafrost hevur ein heilt stóran bás á messuni. Her hava fleiri vitjanir verið, og hetta fegnast Regin Jacobsen, stjóri, um.
Bakkafrost hevur nógvar kundar úr USA, og hetta fevnir um matstovur og hotell, men eisini retail-handilsketur.
Í gjár fekk Bakkafrost enntá eina virðisløn, sum eitur “Best New Foodservice Product 2022”. Talan er um eina Bakkafrost-vøru úr Skotlandi, sum kallast Native Hebridean Smoked Scottish Salmon. Hetta er ein roykt laksasíða til amerikanska marknaðin.
Sølumessan í Boston byrjaði sunnudagin og heldur fram inntil í morgin.
Her eru nakrar myndir frá messuni:
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##