Bakkafrost flúgvandi byrjan

Bakkafrost størsta føroyska felagið

Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt um Bakkafrost í føroyskum fjølmiðlum, eftir at felagið varð skrásett í Oslo 26. mars. Harafturmóti hevur felagið fingið lutfalsliga nógva umrøðu í norskum fjølmiðlum.

Men nú felagið hevur verið skrásett í keypskálanum í Oslo í ein mánað, kann ikki sigast annað enn, at byrjanin hevur verið stak góð. Kursurin er hækkaður næstan 25% hesa tíðina. So teir føroyingarnir, sum settu t.d. 100.000 kr. í felagið, og hava selt aftur hesar síðstu dagarnar hava havt ein vinning uppá 25.000 kr. Partabrøvini eru eisini handlað sera nógv í mun til hini føroysku feløgini, sum eru skrásett á keypskálunum.

Í marknaðarvirði er Bakkafrost nú størsta føroyska felagið. Marknadarvirðið á Bakkafrost var i dag slakar 1,8 milliardir krónur. Føroya Banki, sum er næststørsta føroyska felagið, hevur í dag eitt marknaðarvirði í dag uppá 1,6 milliardir krónur.