Øll nevndin í Sandoyar Tjóðveldisfelag hóttir við at leggja frá sær, og fólkini við at melda seg úr Tjóðveldi, um loysnin viðvíkjandi Suðuroyartunlinum, sum politisku flokkarnir eru samdir um, verður vald. Sambært Kringvarpinum, so stuðlar Vága Tjóðveldisfelag sandoyingunum í flokkinum.
Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur skrivað til floksleiðsluna í Tjóðveldi, til tingfólkini og til landsstýrisfólkini. Tað gjørdu tey 23. oktober, sum er fýra dagar undan, at løgmaður boðaði frá, at nú var breið politisk semja um verkætlanina.
Í brævinum siga tey í Sandoyar Tjóðveldisfelag, at tey fleiri ferðir hava gjørt vart við sjónarmið síni innanfloks, men at tað ikki verður lurtað eftir teimum, teirra sjónarmið verða sópað undir teppið, og lok verður lagt á málið.
Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið, at tað er ikki full semja í Tjóðveldi um loysn-1A, sum merkir at stórt inntriv skal gerast í Sands bygd. Neyðugt kann tí verða at broyta loysnina, soleiðis at størri atlit verða tikin til Sands bygd, segði hon.











