Fiskivinna
Nýggju skipini, sum P/F Beta í Saltangará hevur latið byggja í Vigo í Spaniu, eru nú navngivin. Annað skipið kallast Bakur, hitt Stelkur.
Navnið, Bakur, er gamalt hjá Skipafelag Føroya, haðani Beta hevur sín uppruna. Stelkur var navnið á tí níggjunda Cuba-trolaranum, sum í sínari tíð varð seldur úr felagnum, tá ið skipini komu til landið í 1977. Stelkur varð seldur bretskum felag, og endaði sum kavaraskip í oljuvinnuni í Persaraflógvanum.
Sosialurin hevur roynt at fingið myndir av hátíðarhaldinum, tá ið navngevingin fór fram í Vigo, men tað hevur tíverri ikki eydnast okkum. Vit vænta tó at hava onkrar myndir tøkar seinni í vikuni.
Sum skilst, var Zacharias Hammer við til hátíðarhaldið í Spaniu, og ætlandi var sending í SvF um hetta í gjárkvøldið.
Drigið út
Ætlandi skuldu nýggju skipini verða í Føroyum, 3. ella 4. desember, men hetta hevur drigið nakað út, soleiðis at skipini verða í Føroyum, 7. ella 8. desember ? alt eftir, nær klárt er at loysa í Spaniu.
Ragnar Olsen hjá Beta sigur, at útgerðin umborð á skipunum verður nú roynd. Spølini skulu trýstroynast, og vissa skal fáast fyri, at øll tann nautiska útgerðin virkar, sum hon skal.
- Tað er jú langur vegur úr Vigo til Føroyar, og tað skuldi helst ikki verið neyðugt at farið niðuraftur við skipunum, tá ið tey fyrst eru komin heim til lands.
Hann sigur, at skiparar og manning eru sera væl nøgd við skipini, og útgerðin vísir seg at virka, sum hon skal.
- Tó skulu neyðugu royndirnar gerast í Spaniu, áðrenn loyst verður komandi leygardag ella sunnudag.
Ragnar sigur, at teinurin heim til Føroya tekur umleið eina viku.
Tríggir út?
Tá ið Bakur og Stelkur fara í vinnu, fáa hesir fiskiloyvini hjá Munki, Skúgvi og Grælingi.
- Havhestur verður stakur við fiskiloyvi. Sum er, hava vit ongan ?makkara? til
skipið, sum fyribils fer at liggja ?stand by?, um neyðugt verður at seta hann inn fyri onkran av hinum, sum eru í vinnu, sigur Ragnar.
Hann vísir á, at tá ið Bakur og Stelkur fara úr Vigo, verður ein maður minni
umborð, enn tá ið teir fara til fiskiskap.
Skiparar á nýggju Beta-trolarunum verða Ólavur Samuelsen og Kjartan Egholm.
Hátíðarhaldið
Umframt manningarnar, vóru eini 25 fólk við til navngevingina og hátíðarhaldið í Vigo. Hetta vóru í fyrsta lagi avvarðandi hjá reiðarínum, viðskiftafólk, ið reiðaríið samstarvar við, SvF-maðurin, Zacharias Hammer og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen.
Ragnar sigur, at veðrið var gott, meðan sjálv navngevingin fór fram, men annars var grovur ælingur ein part av tíðini, meðan ferðalagið vitjaði. Hitin lá millum 12 og 15 stig.
Tað hevur verið langt ímillum, at nýggj skip leggja til bryggju í Runavíkar kommunu. Seinastu nýbygningarnir, sum komu til býin, vóru Jaspis og Ametyst, sum komu í 1986-1987.
Hátíðarhald verður, tá ið Bakur og Stelkur koma til landið, og Sosialurin fer at verða við og vitja umborð á skipini.