Heimamissiónin hevur áður boðað frá, at hon er til reiðar at taka ímóti flóttarfólkum í Leguhúsinum í Nesvík.
Nú hava Blái Krossur og Heimamissiónin gjørt av í felag, undir heitinum Balkanhjálpin, at savna pening og neyðhjálparútgerð til flóttarfólkini úr Kosovo.
Ætlanin er, skjótast møguligt, at fara avstað við neyðhjálparúerðini til Albaniu. Til tess at tryggja, at hjálpin kemur fram á rætta stað, ætla fólk frá Bláa Krossi og Heimamissiónini at fylgja við neyðhjálparútgerðini líka til Albaniu.
Samband er fingið við eitt kirkjulið í Tirana í Albaniu, og eru tey til reiðar at taka ímóti neyðhjálpini úr Føroyum, og saman við føroyingum fáa hana víðari til tey neyðstøddu í flóttarfólkalegunum.
Støðan er syndarlig millum flóttarfólkini úr Kosovo og neyðin er ræðulig. Øll hjálp er kærkomin - eisini okkara.
Tey, ið hava atgongd til internetið, kunnu fylgja gongdini við innsavningini og lesa nýggjastu tíðindi frá krígnum á Balkan. Heimasíðuadressan er:
Í løtuni er besta hjálpin pengar, so hjálparfólkini kunnu keypa ta neyðhjálparútgerð, ið er fyri neyðini.
Tey, ið ynskja at stuðla Balkanhjálpini, kunnu lata eina gávu á eina av niðanfyri nevndu konti:
Føroya Banki
6460-151.986.9
Føroya Sparikassi
9181-129.211.2
Norðoya Sparikassi
9865-101.966.4
Suðuroyar Sparikassi
9870-101.399.9
Postgiro
58270
Kunngjørt verður seinni, hvussu innsavningin av neyðhjálparútgerðini verður skipað.