Balotelli leikbann í níggju dystir

Umstríddi Manchester City áleyparin, Mario Balotelli, kann fáa leikbann í heilar níggju dystir eftir atburðin í dystinum ímóti Arsenal sunnudagin.

 

Harafturat er nú ivi um, antin hann sleppur á italska landsliðið, sum spæla í EM kappingini í summar.

 

Tað siga enskir miðlar í morgun.

 

Í dystinum dystinum ímóti Arsenal fekk hann reytt kort fyri eina takkling nakrar minuttir fyri at dysturin endaði.

 

Hetta var hansara triðja reyða kort í ár og tað kostar honum leikbann í tríggjar dagar.

 

Men stutt eftir, at dysturin var byrjaður stemplaði hann arsenal leikaran, Song, í knæið, og longu tá átti hann eitt reytt kort.

 

Tað sá dómarin ikki, men enska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at tey fara at kanna hendingina og at meta um, antin Balotelli eisini skal revsast fyri tað.

 

Verður hann revsaður fyri tað, fær hann leikbann í tríggjar dagar afturat.

 

Men hetta fer samstundis at verða mett sum hansara fjórða reyða kort hetta kappingarárið og tað kostar honum tríggjar daga leikbann afturat.

 

Atburður hansara hevur øst liðfelagar í spælarahópinum hjá City og summir teirra siga nú alment, at teir orka ikki fyri honum longur og teir vilja hava leiðsluna í City at selja hann.

 

Tað fekk Balotelli til at biðja um umbering í gjárkvøldið, men óvist er um tað er nógv mikið til at blíðka liðfelagar, venjaran og leiðsluna í City.

 

Samstundis hevur italski Landsliðsvenjarin boðað frá, at tað er óvist um Balotelli sleppur á italska EM liðið í summar.

 

Hann hevur sagt við enskar miðlar, at hann fer at kanna atburðin hjá Balotelli í dystinum ímillum City og Arsenal og so tekur hann støðu til um hann sleppur á landsliðið.

Myndin er av Balotelli, sum stemplar Song í knæðið tíðliga í dystinum ímóti Arsenal sunnudagin.