Balslev Runt avgreitt í stórum stíli

Súkkling: Alt gekk upp á stás, tá súkklukappingin »Balslev Runt«, sum er kapping fyri teir yngru súkklararnar, varð avgreidd í fagrasta veðri leygardagin

Leygardagin royndu umleið 60 føroysk børn úr 4. upp til 7. flokk seg í súkklukappingini »Balslev Runt«, sum í ár varð koyrd triðja árið á rað.

Súkklararnir vórðu býttir upp í fýra bólkar: Gentur úr 4. og 5. flokki, dreingir úr 4. og 5. flokki, gentur úr 6. og 7. flokki, og dreingir úr 6. og 7. flokki.

Serliga var tað bólkurin dreingir úr 4. og 5. flokki, sum var vælmannaður ? her vóru um 30 súkklarar við. Av tí sama varð hesin bólkurin býttur upp í tríggjar undanbólkar, har tríggir teir ovastu súkklararnir í hvørjum bólki komu í eitt finaluumfar, sum sostatt taldi níggju súkklarar.

Breytin var góðar 300 metrar long, og tey yngru súkklaðu henda teinin seks ferðir (umleið 1,8 km), og tey eldru átta ferðir (umleið 2,4 km).

Og kappingin var hørð. Tað kom meir enn so fyri, at súkklararnir duttu, serliga í tí eina svinginum, har tað var rættiliga hált, men fyrireikararnir hjá Balslev og Tórshavnar Súkklufelag høvdu lagt stórar rullur av glasull í svingini, so tey duttu bleytt.

Øll uttan tvey fullførdu kappingina. At enda vóru vinnararnir funnir, og teir vóru ikki ókendir. Hjá eldru gentunum vann Ása úr Dímun eftir eitt frálíkt »come-back«, eftir at hon var dottin í tí eina svinginum. Og hjá yngru dreingjunum vann Beinir Jacobsen rættiliga suverent bæði í innleiðandi umfarinum og í finaluumfarinum. Bæði hesi vunnu eisini í fjør, so her hava vit kanska tveir komandi Oyggjaleika-kandidatar.

Kappingin eydnaðist sum heild sera væl, og øll vóru væl nøgd aftaná. Tað eru ikki so nógv høvi hjá ungum súkklarum í Føroyum at sleppa at royna seg í kapping, og tað skilst, at undirtøkan fyri Balslev Runt er góð.

Kappingin er avbjóðandi og setur krøv til súkklararnar við tað, at ymsar forðingar eisini eru settar upp á breytini. Tað man vera lítið at ivast í, at Balslev Runt-kappingin er komin fyri at verða.


ÚRSLIT:

Gentur 4. og 5. flokkur:

1. Ingun AndersenVenjingarskúlin

2. Katrina HansenKollafjarðar Skúli

3. Lisbeth JoensenKollafjarðar Skúli


Dreingir 4. og 5. flokkur:

1. Beinir JacobsenSkt. Frants Skúli

2. Poul Kjartan DamHoyvíkar Skúli

3. Bárður MittelsteinSkt. Frants Skúli


Gentur 6. og 7. flokkur:

1. Ása úr DímunDímunar Skúli

2. Unn KragesteenEysturskúlin

3. Eyðbjørg HøjgaardSkt. Frants Skúli


Dreingir 6. og 7. flokkur:

1. Petur JacobsenEysturskúlin

2. Helgi PoulsenHoyvíkar Skúli

3. Martin Andrias KruseKommunuskúlin (Havn)


Vinnararnir fingu steyp, og nummar eitt, tvey og trý fingu heiðursmerki