? Mær dámdi sera væl filmin um Barbaru. Mær dámar væl slíkar róligar, episkar frásagnir, sum inn ímillum eisini eru skemtingarsamar.
Hetta sigur danski mentamálaráðharrin, Ebbe Lundgaard, tá Sosialurin hitti hann í matstovuni á Sjómansheiminum mánamorgunin, beint áðrenn hann skuldi fara aftur til Danmarkar.
Ebbe Lundgaard leggur skemtandi afturat, at mótsætt vanligu best umtóktu filmunum, so vóru ongar biljagstranir í Barbaru?
Hetta er fyrstu ferð, Ebbe Lundgaard vitjar í Føroyum, men hann er sannførdur um, at hann kemur aftur til Føroya.
? Eg kenni eisini nakrar føroyingar frá míni tíð sum háskúlastjóri á Brandbjerg Højskole, sum liggur við Vejle.
Ebbe Lundgaard sigur, at einir tíggju føroyingar hava verið har, meðan hann var skúlastjóri, og at hann sunnudagin hevði vitjan av fýra teirra.
Ebbe Lundgaard er ikki gamal í garði sum politikari. Hann tók við á nýggjárinum við sum nýggju mentamálaráðharri, tá danski miðflokkurin tók seg úr stjórnini. Poul Nyrup Rasmussen umskipaði tá donsku minnilutastjórnina, sum er sett saman av Javnaðarflokkinum og Radikala Vinstraflokkinum, sum Ebbe Lundgaard umboðar.
Men hann er kortini ikki heilt óroyndur í politikki. Hann hevur drúgvar royndir sum kommunal- og amtráðspolitikari. Men í landspolitikki er hann so gott sum nýggjur, hóast hann eitt skifti í 1993/94 var limur í fólkatinginum.
Saman við Ebbe Lundgaard við kaffiborðið á Sjómansheiminum hendan morgunin er eisini føroyski starvsbróðir hansara, Sámal Petur í Grund. Hóast talan er um fystu vitjan Lundgaards í Føroyum, so hava teir báðir hitst fleiri ferðir áður.
Norðurlendsku mentamálaráðharrarnir hittast javnan á fundum, har teir tosa um felags viðurskifti, um tað, ið fyrifertst á mentanarøkinum í Norðurlandaráðnum o. s. fr.
? Og gongur tað, sum vit ætla, so komi eg aftur til Føroya í juni, sigur Ebbe Lundgaard. ? Tí vit hava biðið um, at næsti norðurlendski ráðharrafundurin í juni verður hildin í Føroyum, sigur hann.
Sámal Petur í Grund vísir á, at teir báðir starvsbrøðurnir starvast á jøvnum føti, tí mentamál hava øll árini verið føroysk sermál - og tí ræður danska mentamálaráðið ikki yvir viðurskiftum, sum Sámal Petur í Grund umsitur í Tinganesi.
Men tá vit tosa um bankakanning, og um kølnaðu viðurskiftini Danmarkar og Føroya millum, ger danski mentamálaráðharrin greitt, at hann ikki er við í viðgerðini av hesum máli.
? Sum limur í sjórnini verði eg sjálvandi kunnaður um málið, men tað eru løgmálaráðharrin og forsætisráðharrin, ið taka sær av hasum málinum.
Annars vísir Ebbe Lundbjerg á, at bankamálið sum so ongan týdning hevur fyri mentanarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
? Bankakanningin nervar ikki samstarv okkara, sigur Ebbe Lundgaard