Tað sigur John Norden, stjóri í Mybanker, við Ritzau. Sambært semjuni millum teir donsku flokkarnar skulu bankarnir rinda millum 9 og 11 prosent í rentu fyri lán úr bankapakkanum, og ta rentuna fara bankarnir at krevja aftur frá sínum viðskiftafólki, sigur John Norden. Kim Valentin, sum er ráðgevi í Finanshuset í Keypmannahavn, væntar, at bankapakkin fer at fáa bankarnar at hækka rentuna.?- Onkur skal gjalda fyri tey 10 prosentini, sum bankarnir skulu gjalda í rentu, og tað verða ivaleyst viðskiftafólkini, sigur hann við danska kringvarpið.