Tey seinnu árini hava fleiri danskir íleggjarar keypt sær partabrøv í teimum minnu bankunum, og sambært Børsen hava hesir fingið nakað at hugsa um, nú virðið á fleiri banbkapartabrøvum er fallið nógv. Úrslitið verður helst, at teir fara at selja burturav, og tá tað er langt ímillum keypararnar á virðisbrævamarknaðinum, kann tað trýsta virðið uppaftur longri niður, um ikki bankarnir sjálvir keypa.
Børsen nevnir fleiri privatar íleggjarar, sum hava sett pengar í partabrøv í teimum minnu bankunum. Felags fyri teir er, at teir hava mist nógv orsakað av fallinum á partabrævamarknaðinum, og sambært Børsen fara fleiri teirra at selja burturav sínum bankapartabrøvum í næstum. Onkur hevur longu selt partabrøv í smáum bankum og keypt í teimum stóru ístaðin fyri.
Fleiri keldur í danska bankaheiminum siga fyri Børsen, at virðið á partabrøvunum í teimum smáu bankunum kann koma undir stórt trýst, um teir stóru íleggjararnir kenna seg noyddar at selja.
Millum teir smáu bankarnar á danska virðisbrævamarknaðinum eru Eik Banki og Føroya Banki.