Banki egnir við jólafígging

Tilboðið frá bankanum er, at tú kanst sleppa undan at rinda lánsgjøld í tveir mánaðir í sambandi við jólini

Tilboðið frá bankanum er, at tú kanst sleppa undan at rinda lánsgjøld í tveir mánaðir í sambandi við jólini

 

BankNordik bjóðar sær nú at veita skáa í upp til tveir mánaðir, so viðskiftafólkini skulu hava betri ráð at halda jól.

 

Kappingin millum peningastovnarnar er stór um útlánini. Nú jólini stunda til, sæst kappingin eitt nú í, at BankNordik egnir stórt fyri at økja um útlánini – ella í hvussu so er at minka um afturgongdina.

 

Bankin hevur sent teimum, sum hava lán í bankanum, tilboð um gjaldsskáa, so tað verður fíggjarliga rúmsáttari at halda jól. Bankin sigur, at tað ber til at leypa eitt ella tvey mánaðarlig gjøld um – síðst í november og ella desember – og harvið at leingja um afturgjaldstíðina.

 

Einasta treyt hjá lánskundum fyri at taka av tilboðnum er at senda teldubræv til ávísan teldubústað hjá bankanum við upplýsingum um kontonummarið á láninum, sum gjaldskáin skal fevna um, og um ynski er um skáa í ein ella tveir mánaðir. Kostnaðurin er avgreiðslugjald á 250 krónur fyri hvørt lánið. Kostnaðurin verður lagdur aftrat láninum.

 

Gjaldskáin og harvið útsetta gjaldið ber við sær, at peningurin verður tøkur á kontuni, haðani lánsgjaldið vanliga verður tikið. Lagt verður aftrat, at um lánið ber rentustuðul við sær, so er ikki neyðugt at venda sær til TAKS, tí TAKS fer at seta seg í sambandi við viðskiftafólkið.