Bankin ynskir oljufelagnum alt tað besta

? Men vit verða noyddir at hyggja eftir allari heildini, og tí valdu vit ikki at vera við í stovnanini av Atlantic Petroleum, sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka

Í tíðindaskrivinum, sum Atlantic Petroleum undir stovnan sendi út fyrradagin, stóðu nøvnini á øllum feløgunum sum hava tikið stig til stovnanina av felagnum.

Harímillum stóð Føroya Sparikassi, meðan Føroya Banki ikki stóð nevndur millum stigtakararnar.

Gitingar hava verið frammi um orsøkina, og vit hava tí spurt Jørn Astrup Hansen, stjóra í Føroya Banka, hví teir ikki eru við í stovnanini av einum tílíkum felag.

? Vit vóru bodnir og vóru við á teimum fyrstu kunnandi fundunum, men sum einasti banki, eru vit noyddir til at vera eitt sindur varnir. Vóru vit partaeigarar í nýggja felagnum, so kundi tað takast sum um at vit høvdu valt síðu.

? Men vit vilja fegnir vera bankasamband hjá Atlantic Petroleum.

Jørn Astrup Hansen sigur, at tað eftir teirra uppfatan ikki er rætt, at bankin er eigari av einari fyritøku, og tað er ein av orsøkunum til at bankin valdi ikki at fara upp í Atlantic Petroleum.

? Eina tíð áttu vit í Fiskavirking, og eg haldi ikki at úrslitið av tí var so gott.


Bankaarbeiðið snýr seg um diskretión

Jørn Astrup Hansen heldur, at tað er týdningarmikið, at bankaarbeiðið verður hildið atskilt frá øðrum arbeiði.

? Fáa vit eina oljuvinnu í Føroyum, so merkir tað, at tað koma feløg úr útlandinum hendavegin, og vit vilja eisini vera bankasamband hjá teimum

? Og teir skulu vera tryggir, tá ið teir koma til okkara, tí vit eiga ikki lut í nøkrum felag.

? Teimum nýtist ikki at óttast fyri, at vit brúka teir upplýsingar, vit fáa frá teimum í okkara egna felagið.

Jørn Astrup Hansen samanber annars bankaarbeiðið við arbeiðið hjá einum katólskum presti.

? Ein kundi sum kemur inn til okkara, skal verða fullvísur í, at upplýsingarnir ikki koma kappingarneytunum í hendurnar, og tað kunnu øll feløg vera. Bæði Atlantic Petroleum og onnur feløg sum koma til landið, um ein oljuvinna kemur í gongd.


Lutfalsliga lítið felag

Jørn Astrup Hansen er fegin um, at føroysk vinnufólk hava tikið seg saman um eitt slíkt tiltak.

Men hann ger vart við, at felagið er rættiliga lítið.

? Ein partapeningur uppá 30 milliónir er ikki so stórur í einari oljuvinnu, og felagið verður tí eitt avmarkað íkast í eina oljuvinnu.

? Tað merkir at felagið ikki kann spjaða íløgur sínar í fleiri »konsortiir«, men má halda seg til eitt avmarkað øki.

? Men vit ynskja teimum alt tað besta framyvir, og teir skulu verða hjartaliga vælkomnir at gerast kundar í Føroya Banka, sigur Jørn Astrup Hansen.