Bannað at koyra á molanum

P-básar eru nú gjørdi sunnan fyri skrivstovubygningin hjá Skipafelagnum Føroyar í Havn - av trygdarorsøkum verður bert »arbeiðskoyring« loyvd

Nú ber ikki til longur, at fara kaitúr í Havn - í øllum førum ikki við bili.

Nógv økta virksemi har seinnu árini førir við sær, at pláss ikki er fyri óviðkomandi fólki longur.

Havnarlagið er eitt vandamikið arbeiðsøki, har ferðslan við stórum og tungum arbeiðsamboðum er nógv økt seinastu árini. Fyri at betra arbeiðsumstøðurnar og trygdina hjá teimum, sum virka og brúka havnarøkið, verður bert arbeiðskoyring loyvd á Eystaru bryggju í framtíðini.

Í hesum døgum eru sett upp skelti, sum boða frá, at bert arbeiðskoyring er loyvd á molanum og á bingjuøkinum.

Í samráð við løgregluna eru tvey skelti sett upp. Tann, sum ikki rættar seg eftir hesum skeltum, fremur brot á ferðslulógina, verður sagt av havnarskrivstovuni.

Tey, sum ikki eru í arbeiðsørindum, men ynskja at fara út á molan, hava møguleika at ganga út, og tey kunnu seta bilin á parkeringsøki sunnan fyri skrivstovubygningin hjá Skipafelagnum Føroyar, sigur Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari