B68 og FSV04 vóru undan 9. umfari á plássunum, sum eftir 27 umfør bera uppflyting til Formula deildina við sær. Hesi bæði feløgini eru á somu plássum, nú 9. umfar er av.
B36 og KÍ vóru undan 9. umfari á plássunum, sum eftir 27 umfør bera niðurflyting í 2. deild við sær. Hesi bæði feløgini eru á somu plássum, nú 9. umfar er av.
Einastu feløgini, sum í dag hava skift pláss á talvuni, eru SÍ, HB og ÍF. SÍ er farið av 8. og upp á 6. pláss, HB er farið av 6. og niður á 7. pláss, og ÍF er farið av 7. og aftur á 8. plássið.
FSV04 var einasta heimaliðið, sum megnaði at fáa fulla úrtøku í dag. SÍ og B68 vunnu á útivølli, og á Tvøroyri og í Gundadali endaði tað við javnleiki.
9. umfar
LÍF-SÍ 1-3 (1-0)
TB-ÍF 1-1 (0-1)
HB-B68 0-3 (0-0)
FSV04-NSÍ 4-1 (2-1)
B36-KÍ 2-2 (1-1)
Støðan
B68 25 stig
FSV04 22 stig
ÍF 18 stig
LÍF 13 stig
TB 11 stig
SÍ 10 stig
HB 10 stig
NSÍ 9 stig
KÍ 7 stig
B36 4 stig
10. umfar verður leygardagin 19. mai:
B68-LÍF
B36-FSV04
KÍ-HB
NSÍ-TB
SÍ-ÍF