Fýra spælarar, sum vóru við frá fyrsta bríksli ímóti Kroatia, vera millum teir fyrstu ellivu í kvøld ímóti Kasakstan.
Eyðun Klakstein hevur sett liðið, og hann hevur skift sjey spælarar út.
Miðverjarnir Odmar Færø og Gunnar Vatnhamar eru á liðnum aftur í kvøld, Jákup B. Andreasen er á sentrala miðvøllinum, og Árni Frederiksberg er framrættaður í høgru.
Tá ið Viljormur Davidsen er á beinkinum og Hallur Hansson ikki er við í Kroatia, so verður Odmar Færø liðformaður.
Møguleiki er fyri at skifta seks spælarar út, og tað er møguleiki fyri, at Ási P. Dam verður skiftur inn á landsliðið fyri fyrstu ferð.
Fyrsta bríksl í Kroatia verður klokkan 17, og føroyska liðið sær soleiðis út:
Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð, Adrian Justinussen - Petur Knudsen
Á beinkinum: Mattias H. Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk, Viljormur Davidsen, Gullbrandur Øregaard, Ási P. Dam, Geza Dávid Turi, René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Poul Kallsberg, Meinhard Egilsson Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Páll Andrasson Klettskarð.











