Trygdarveitarin Cloudflare hevur havt stór streymslit seinnapartin.
Hetta skrivar Cloudflare á heimasíðuni.
Tey, sum lesa føroyskar heimasíður, varnaðust helst, at okkara in.fo, portal,fo, vp.fo og aðrar síður við høvdu somu feilmeding.
Danska Styrelsen for Almannaverk fylgir við støðuni og er í áhaldandi samskifti við avvarðandi myndugleikar, skrivar stovnurin í viðmerking til Ritzau.
- Stýrið er vitandi um, at trygdarveitarin Cloudflare í løtuni hevur tøkniligar trupulleikar, sum raka nógvar heimasíður og nettænastur um allan heimin, stendur í fráboðanini.
Á heimasíðuni skrivar Cloudflare, at talan er um innanhýsis tøkniligar trupulleikar.
Hetta hevur millum annað havt við sær forðingar at fáa atgongd til sosiala miðil X.
ChatGPT, Spotify og aðrar altjóða tænastur eru eisini óstøðugar, eins og fleiri føroyskar heimasíður, sum til dømis okkara in.fo.
Sama er galdandi fyri svensku møblaketuna Ikea, skrivar TV 2.
Cloudflare boðaði sjálvt frá globalum nettrupulleikum týsmorgunin.
– Kundarnir kunnu framvegis uppliva fleiri feilir enn vanligt, meðan vit framhaldandi loysa trupulleikarnar, skrivar Cloudflare í eini dagføring.
Cloudflare er ein global KT-fyritøka, sum milliónir av heimasíðum brúka.
- Cloudflare er eitt tað størsta netverkið, sum virkar á internetinum, skrivar felagið sjálvt.
Amerikanska fyritøkan rekur undirstøðukervi, sum veitir nógvar av teimum KT-tænastum, sum heimasíður brúka. Til dømis tænastur, sum verja heimasíður fyri net-álopum ella nógvari ferðslu.
Cloudflare er triði stóri vevveitarin, sum hevur verið raktur av streymsliti seinastu tíðina.
Í oktober var tað Amazon Web Services, AWS, sum hevði trupulleikar. Eitt sindur meira enn eina viku seinni var tað Azure tænastan hjá Microsoft, sum varð rakt av streymsliti, sum ávirkaði eina røð av altjóða heimasíðum – eins og fleiri føroyskar heimasíður.
/Ritzau/
##med2##













