Hoyringssvar til uppskot um løgtingslóg um Suðuroyartunnil

Hoyringssvar til uppskot um løgtingslóg um Suðuroyartunnil við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum

 

Vegna Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Hagafelagið, Føroya Sílaveiðifelag, Veltuna og Føroya Fuglafrøðifelag



Tórshavn, 14. november 2025

 

Føroysku náttúrufelagsskapirnir vilja staðiliga heita á politisku skipanina at viga náttúruna sum eitt avgerandi atlit í ætlanini um at gera ein Suðuroyartunnil. Felagsskapirnir vilja heita á politisku skipanina um at umhugsa sína støðu í mun til ta valdu farleiðina í lógaruppskotinum sum her er til hoyring.


Valda farleiðin ger álvarsligan og óbótaligan skaða á náttúruøki, sum vit bara hava eitt av í øllum landinum. Hesin álvarsami boðskapurin kemur sum ein felags áheitan frá øllum fimm náttúrufelagskapunum og atknýttum náttúruserfrøðingum.


Økið, har ætlan er at gera inntriv, umfatar eitt tað størsta vátlendið, vit eiga, eitt tað størsta planturíkidømið í landinum, fleiri týðandi sílavøtn, mest fjølbroytta fuglaøkið á landi, umframt størstu og mest fjølbroyttu grønmetisframleiðsluna í landinum. Skúvoyggin er harafturat eitt Ramsar-øki, har neyðugt er at fara fram við stórum varsemi og serlig atlit eiga eisini at verða tikin til serstøku náttúruøkini í Suðuroynni.


Felagsskapirnir taka á ongan hátt støðu til sjálvan Suðuroyartunnilin, men krevja, at náttúruatlit verða tikin í Suðuroynni og Skúvoynni – og at farleiðin 1A gjøgnum velturnar, vátlendið, framvið vøtnunum og gjøgnum IBA-økið verður frávald til fyrimuns fyri eina farleið, har tunnilsmunnin liggur norðan fyri Sandsbygd, so serstøku náttúruøkini ikki verða ávirkað.


Felagsskapirnir vilja vísa til stóru undirtøkuna fyri fólkafundinum um hetta evnið sum var 11. novembur 2025, har fleiri enn 1600 føroyingar fylgdu við og vísti evninum áhuga. Hetta kvøldið varð fleiri ferðir nevnt, at politikkarar kenna seg ikki til reiðar at taka støðu í málinum. Sama kvøld varð í Degi og Viku nevnt, at Umhvørvisstovan metir, at økið Millum Vatna í Sandoynni eftir øllum at døma eigur at vera vart av náttúruverndarlógini. Felagsskapirnir vilja vísa á, at altjóða praksis er, at týðandi infrakervi sum meginregla verður flutt burtur frá friðaðum náttúruøkjum, um tað yvirhøvur er møguligt (IUCN Guidelines, 2021; European Commission, 2020; OECD, 2019; Ramsar Convention, 1971). Tí mæla vit staðiliga frá at gera ætlanir um inntriv í hesi øki, fyrrenn viðgerðin av verndarmálinum er av.


Felagsskapirnir vilja vísa á týdningin av at kanna náttúruinntrivini væl og virðiliga, áðrenn ein linjuføring verður vald. Málið, bæði hvat viðvíkur gróti (fleiri milliónir m³ av gróti sbrt. forkanningunum) og ávirkan sum heild á náttúruna, er alt ov illa lýst, og er tí ikki klárt til støðutakan.


Vit mótmæla tí harðliga ætlanum um vegaføring gjøgnum Sandoynna, sum eru ógvuslig fyri eitt sera týðandi føroyskt náttúruøki.


Feløgini taka sum nevnt ikki støðu til, um tunnilin eigur at verða bygdur og tekur eiheldur beinleiðis støðu til linjuføring, men krevja:

 

1.     At náttúruinntriv verða minimal

 

2.     At alternativa linjuføring norðan fyri Sandsbygd verður kannað

 

3.     At grót, vegir og tunnilsarbeiði verða skipað, soleiðis at ávirkan á IBA-øki, Ramsar-øki, landbúnaðarjørð, vátlendi og fuglalív verður mest møguligt avmarkað

 

4.     At eingin støða verður tikin fyrr enn neyðugu kanningar og útgreiningar eru gjørdar og lýstar