Bara tvey stig í trimum heimadystum

Tað gekk ikki heilt eftir vild í kvøld hjá teimum trimum norðurlendsku liðunum, sum eru við í bólkaspælinum í Europa League, hóast tey øll høvdu heimavøll. Tromsø og Elfsborg spældu javnt, meðan Esbjerg tapti.

Tromsø hevði sett kós ímóti einum sigri ímóti Sheriff Tiraspol úr Moldova, eftir at Zdenek Ondrasek hevði skoraði til 1-0 fyri norska liðið miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tríggjar minuttir fyri tíð eydnaðist gestunum at javna, so dysturin endaði 1-1.

IF Elfsborg, sum spældi sín fyrsta dyst við nýggja venjaranum, Klas Ingesson, var somuleiðis á odda 1-0 við máli, sum Viktor Claesson skoraði mitt í fyrra hálvleiki, men eitt korter eftir steðgin javnaði Standard Liége, og eisini her bleiv 1-1 úrslitið av dystinum.

Esbjerg fB, sum er í sama bólki sum IF Elfsborg, mátti lúta við einum máli fyri eysturríkska Red Bull Salzburg, ið vann 2-1. Gestirnir vóru eisini á odda 2-0, áðrenn Pape Pate Diouf fekk pyntað um úrslitið ímóti endanum, so her var ikki so nógv at gera hjá Esbjerg fB hesaferð.

Nevnast kann eisini, at øll trý liðini í kappingini, sum eru úr Premier League, vunnu sínar dystir: Swansea vann 1-0 á St. Gallen, Tottenham vann 2-0 á Anzhi Makhachkala og Wigan vann 3-1 á Maribor. Annars vóru øll úrslitini í Europa League í kvøld hesi:

Bólkur A
Kuban Krasnodar-Valencia 0-2
Swansea-St.Gallen 1-0

Bólkur B
Chornomorets Odesa-PSV Eindhoven 0-2
PFC Ludogorets Razgrad-Dinamo Zagreb 3-0

Bólkur C
IF Elfsborg-Standard Liège 1-1
Esbjerg fB-Red Bull Salzburg 1-2

Bólkur D
Rubin Kazan-Zulte Waregem 4-0
Wigan-Maribor 3-1

Bólkur E
Dnipro-Fiorentina 1-2
P.Ferreira-Pandurii 1-1

Bólkur F
Apoel Nicosia-Eintracht Frankfurt 0-3
Bordeaux-Maccabi Tel Aviv 1-2

Bólkur G
Genk-Thun 2-1
Rapid Wien-Dynamo Kiev 2-2

Bólkur H
Sevilla-Freiburg 2-0
Liberec-Estoril 2-1

Bólkur I
Lyon-Vitória de Guimares 1-1
Rijeka-Real Betis 1-1

Bólkur J
Legia Warszawa-Apollon Limassol 0-1
Trabzonspor-Lazio 3-3

Bólkur K
Anzhi Makhachkala-Tottenham 0-2
Tromsø-Sheriff Tiraspol 1-1

Bólkur L
Shakhter Karagandy-Maccabi Haifa 2-2
AZ Alkmaar-PAOK Tessaloniki 1-1