Barack Obama er á odda

Hillary Clinton megnar ikki undan fyrsta uppstillingarvalinum at halda tørn, og hjá republikanarunum er Mike Huckabee fremstur Fyrsta uppstillingarvalið til amerikanska forsetavalið, sum verður týsdagin 4. november, verður í ovurmorgin. Hósdagin verður uppstillingarval í Iowa, og sambært veljarakanningunum, er Barack Obama best umtóktur millum demokratisku valevnini.

Obama hevur økt um leiðsluna seinastu dagarnar. Nú hevur hann undirtøku millum 32 prosent av demokratisku veljarunum. Hillary Clinton, sum leingi hevur verið favorittur, stendur til at fáa 25 prosent.

Millum republikansku valevnini er Mike Huckabee á odda, vísa veljarakanningar.

Í USA verður gingið høgt upp í úrslitið av fyrsta uppstillingarvalinum, tí tað hevur ofta víst seg, at fyrstu úrslitini hava stóra ávirkan á, hvussu tað gongst í næstu valunum.

Tað verður ikki fyrrenn í summar, at tað verður greitt, hvørji í november fara at stríðast um sessin í Hvítu húsunum, sum George W. Bush á forsetavalunum tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið.