Bárður Dal Christiansen í Gallarí Havnará

Kom og uppliv eina spennandi listaframsýning, leygardagin 29. juni kl.16.00, ið tekur støði í gerandistankum og hugleiðingum um lívið.

Tíðindaskriv

 

Tann eina dagin kanst tú vera bittur og hava ein súran smakk í munninum. Og so er næsti dagurin knappliga fullur av ljós og vón. Hetta er nakað flest øll kenna aftur frá gerandisdegnum, og nú fer Bárður at lýsa hesar tankarnar við spennandi og beinraknum listaverkum.

 

Við heitinum: »Eg sakni teg, sum ein skipari saknar sítt krúss«, so letur Bárður DC dyrnar upp fyri okkum, har vit sleppa kava niður í hansara fangandi listaunivers.

 

Og sum sukurmolin í kaffikrússinum, so fer ongin annar enn RSP at framføra til ferniseringina. Og tá teir hava sparka framsýningina í gongd, so tekur Fríði frá Joe and The Shitboys yvir, har hann fer at diska og syrgja fyri, at góði stemningurin verður enn betri.

 

##med2##

 

Við øðrum orðum, so er hetta ein einastandandi møguleiki at fáa eina framúr listauppliving. Og tú ert hjartaliga vælkomin framvið og verða partur av løtuni. 

 

##med3##

Vit gleða okkum at síggja teg til fernisering leygardagin 29. juni kl.16.00