Eingin Jokari í Vágsbotni í kvøld

Konsertin við Jokaranum er avlýst

 

– Av tí orsøk, at Jokeren ikki er komin til landið við bókaða flogfarinum, er konsertin hjá honum á Voxbotn tíverri avlýst.

Soleiðis skriva fyriskipararnir av Voxbotn.

Men tað er gott lag og gott veður á Voxbotn í Vágsbotni í kvøld. 

Fyrst var tað Burhan G, sum fylti Vágsbotn, síðani kom 71 ára gamli forsangarin í danska rockorkestrinum Gnags, sum vit kendu so væl frá áttatiárunum – orkestrið, sum gav út 21 album. 

Hann syngur nú sínar gomlu slagarar – hóast nógvar studentarhúgvur fóru úr Vágsbotni, kanska tí tær ikki kennast við tónleikin, so er kortini væl av fólki í Vágsbotni.

##med2##

##med3##

##med4##