Klaksvíkingar eiga bestu røðararnar

Kappróður 10-mannafør: Teir báðir fremstu bátarnir á fjarðastevnu vóru úr Klaksvík, sum eisini vann tvær ferðir við Fípuni Føgru

Tað stendur heilt væl til í kappróðrinum í Klaksvík, tá ið tað ræður um manningar við monnum og dreingjum.

 

Fyrr í dag vann Fípan Fagra við yngru dreingjunum og fyri løtu síðani vann Fípan Fagra við eldru dreingjunum. Í kappingini millum 6-mannaførini endaði Páll Fangi á triðja plássi, og tá ið 10-mannaførini kappaðust, vóru tað báðir bátarnir hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum vóru frammanfyri Norðing.

 

Norðingur misti heilt pippið. Hann misti meiri enn eina bátslongd, og tað eydnaðist honum ikki at fáa fatur á aftur hinum báðum bátunum.

 

Eins og undanfarnu tríggjar ferðirnar, so var tað aftur í dag Klaksvíkingur, sum vann. Norðingur og Nólsoyar Páll hava verið næstfremst tvær ferðir í part, og tí er Klaskvíkingur seks stig undan bæði Nólsoyar Pálli og Norðingi.

 

Í dag leyp Klaksvíkingur avstað, og sigursvanda manningin hevði fult og heilt tak á róðrinum. Í endaspurtinum longdist munurin til eina bátslongd, men so svaraði Nólsoyar Páll aftur, og tá ið teir fóru um málið, var tað ein stór hálv bátslongd á muni millum teir báðar fremstu, meðan Norðingur var tað mesta av tveimum bátslongdum aftari.

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo