Bárður fer at leggja frá sær

EB/Streyma veteranurin fer leygardagin at spæla fyri síðstu ferð í bestu deildini

Leygardagin fær EB/Streymur í Hólmanum á Eiði vitjan av B68. Felags fyri bæði liðini er, at tey hava verið í vanda fyri at flyta niður, og at tey nú eiga trygd fyri luttøku í bestu deildini í 2022. EB/Streymur fer leygardagin at stríðast fyri at halda tørn um sætta plássið.

 

Í gjár var liðformaðurin Andras Ó. Olsen leikbannaður, tá ið EB/Streymur tapti 2-1 í Klaksvík. Tá var Bárður Olsen liðformaður, og eftir dystarlok í gjár segði 35 ára gamli miðvallarin og spælskiparin, at hann hevur gjørt av at gevast við fótbólti á hægsta støði:

 

-Eg havi tosað við familjuna og umhugsað støðuna, og eg eri komin til ta niðurstøðu, at hetta var tað. Heimadysturin ímóti B68 leygardagin verður tann síðsti hjá mær í bestu deildini, segði Bárður Olsen í samrøðu við Televarpið.

 

Bárður Olsen er ein av teimum, sum hevur verið longst og flestar ferðir í fremstu røð. Hann var fyrstu ferð á besta liðnum hjá EB/Streymi í 2002, og 2021 er 20. kappingarárið hjá honum.

 

Bárður Olsen fer leygardagin at spæla fyri 391. ferð í bestu landskappingini, har hann hevur skorað 41 mál. Um dystir í kappingini um løgmanssteypið, stórsteypadystir og dystir í Europa verða lagdir aftrat, so fer Bárður leygardagin at spæla dyst nummar 454 umframt tríggjar landsdystir.

 

Hvat eru bestu minnini, spurdi Televarpið, og Bárður Olsen svaraði soleiðis:

 

-At hava umboðað Føroyar og at hava spælt í Europa eru góð minni. Men eingin ivi er um, at tað størsta hevur verið at vunnið tvey FM heiti og tvær steypafinalur við barndómsfelagnum. Í 2008 vunnu vit í EB/Streymi greipuna – bæði landskappingina og steypakappingina – og tað var framúr, sigur Bárður Olsen, sum umframt barndómsfelagið EB/Streym hevur umboðað AB og B36. Í summar flutti hann úr B36 og til EB/Streym, har hann leygardagin verður á besta liðnum fyri 12. ferð í ár.