Innflutningurin fyri juni er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá juli 2024 til juni 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.
Innflutningurin er minkaður 532 milliónir krónur. Størsti parturin av hesi minking stavar frá minni innflutningi av skipum. Eisini er minni innflutt av makreli, sum er at finna í bólkunum "matvørur og livandi djór". Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 146 milliónir krónur. Hetta er bæði tí prísurin er lægri og nøgdin er minkað.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 505,8 milliónum krónum ella góð 17 prosent. Skipini eiga 382 milliónir krónur og akførini 63 milliónir krónur av hesi minking.
##med2##
Í talvuni niðanfyri síggja vit, at munandi minni er innflutt úr Norðuramerika. Hetta er fyri tað mesta tí minni verður innflutt av heilivági, tekniskum tólum og akførum úr USA. Vit síggja eitt skifti frá ES til Evropa annars. Hetta er mest tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.
##med3##
Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lægri støði hetta seinasta árið, er einki sum bendir á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA. Innflutningurin úr ES er farin niður á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði tey seinastu nógvu árini.
##med4##
Um vit hyggja eftir nøgdunum í vøruinnflutninginum sæst, at vit hava innflutt 104 túsund tons, ella sløk 30 prosent, meira av "Tøðum og miniralum". Hetta er fyri tað mesta sandur og skervur til betong.
##med5##