Bárður Nielsen, er nú næstformaður í Sambandsflokkinum.
Hann varð einmæltvaldur á landsfundi í Sambandsflokkinum í morgun, eftir at verandi formaðurin í nógv ár, Johan Dahl, hevur boðað frá, at hann tók ikki við afturvalið.
Tað hevur verið ein góð og spennandi tíð, men nú eru stundir komin til at yngri kreftir koma framat.
Johan Dahl sigur, hann stendur við avgerðina um ikki at stilla upp aftur, tí nú er stundin komin at hava eitt vanligt famiuljulív aftur, burtur frá politikki.
Nývaldi formaðurin, Bárður á Steig, Nielsen, takkaði fyri heiðurin og vísir á, at nú skulu tøk takast - og byrjast skal nú.
Hann staðfestir, at veljarakanningar hava ikki verið flokkinum til vildar, men hann heldur, at ein orsøk, er, at flokkurin hevur ikki dugað nóg væl at upplýsa um sín politikk.
Sambandsflokkurin er bolverkið hjá føroyska vælferðarsamfelagnum, segði hann og nú skuku vit vinn álit ímillum fólki, so vinna vit eisini valini.
Hinvegin er eisini greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen, heldur fram sum formaður Sambandsfloksins, tí ongin stillaði upp ímóti honum.