Baresso + bøkur = bókakafe

Í kvøld verður farið undir nýtt tiltak í Baresso í SMS í Havn. Talan verður um fyrstu av tveimum bókakafekvøldum. Í kvøld fer Turið Sigurðardóttir at halda fyrsta partinav fyrilestri sínum um føroyska bókmentasøgu. Sambært fyrireikarunum fer hon hesaferð at greiða frá føroyskari stuttprosa.

Saman við Malan Marnersdóttir gav Turið Sigurðardóttir fyrsta bindið av føroyskari bókmentaøgu út fyrr í ár. Umframt hana fer Sólrun Michelsen at greiða frá og lesa úr stuttsøgusavni sínum »Rottan«, sum kom út í summar. Eisini fer Gunnvá Zachariassen at lesa burturúr »Reinsan« hjá Sofi Oksanen.

At enda fer Kári Árting at siga nøkur orð um nakrar av útlendsku bókunum, sum verða at finna í handlinum til jóla og sum væntandi fara at enda ovast á metsølulistunum.

Bókakafe í Baresso í kvøld klokkan 19.30.