Tvøroyri kommuna og MTV Byggivirki skrivaðu í gjár undir arbeiðstakarasáttmála fyri timbur- stál og takarbeiðið í sambandi við byggingina av nýggja barnagarðinum í Trongisvági. Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu síni.
Arbeiðið at gera nýggja bygningin er mett at kosta 6.449.464 krónur og byrjar arbeiðið 3. september. Tey sum undirskrivaðu sáttmálan í gjár vóru Mortan T. Vang, stjóri í MTV Byggivirki, Kristin Michelsen, borgarstjóri, og Jónleyg J. Bech, kommunustjóri.
- Spakin varð settur í til nýggja barnagarðin í Trongisvági í desember síðsta ár, og jørð, kloakk og betongarbeiðið er nú liðugt, skrivar kommunan.
Sambært kommununi fer nýggi barnagarðurin at hýsa 52 børnum aftrat teimum 52 børnunum, ið longu ganga í Mýrifípuni. Harumframt verður ein útibarnagarður eisini í nýggja barnagarðinum við pláss fyri 20-35 børnum.
- Stórur áhugi er at sleppa í barnagarð. 26 børn eru á bíðilistanum til vøggustovu og 12 børn eru á bíðilistanum til barnagarð, skrivar Tvøroyrar kommuna.