Barnaguðstænasta í Vesturkirkjuni

Ongin hevði pláss fyri Jesusi, Mariu og Jósefi, tá frelsarin var føddur. Men onkur var so beinasamur at lata upp fjósdyrnar fyri teimum, segði Heri Joensen, prestur, m.a., tá jólaguðstænasta var fyri børnum í Vesturkirkjuni í Havn tann 15/12-1999

Jólatræið ella fuglurin

Tað var vetur. - Fuglarnir vóru farnir til lýggjari lond, har teir kundu finna sær føði. Men tað var ein lítil fuglur, sum ikki slapp við vinum sínum, tí hann hevði brotið annan veingin. Tað frysti, tað var kuldi og kavi. Men so hugsaði fulgurin sum so: - Kanska eg kann finna hita inni í skógi. Har kunnu tey kanska hjálpa mær.

Fuglurin bað bókatræið. - Tú vakra træ. Eg havi brotið annan veingin og fái ikki fylgt vinum mínum. Kann eg ikki gista á einari av greinum tínum til várs? Men bókatræið risti síni grønu bløð og helt fyri. Vit, sum búgva her í hesum skóginum, hava nokk við okkara egnu fuglar. Eg kann ikki taka mær av hvørjum sum helst.

So hugsaði fulgurin: Eikin er sterk. Eg spyrji hana. - Tú stóra Eik, tú ert so sterk. Kann eg sleppa at búgva í tínum leyvi til várs? Til várs - segði Eikin - tað var leingi. - Eg veit ikki hvat tú kanst finna uppá at gera. Nei, eg haldi ikki.

Fuglurin hugsaði. - Pílatræið er vinarligt, og fuglurin bað so inniliga: -Tú góði pílur, eg havi brotið mín vong, og allir hinir fuglarnir eru farnir avstað til lýggjari lond. Kann eg ikki sleppa at búgva í tínum greinum til várs. Men pílatræið var als ikki vinarligt. Tað svaraði. - Eg kenni teg ikki. Tú ert helst ein fremmandur, og eg tosi ikki við fremmand. - Tað kann vera at hini trøini gera tað, men eg geri tað ikki. Far burtur við tær.

Fuglurin visti nú ikki, hvat hann skuldi gera. Hann royndi at flúgva, men kom valla úr stað. Tá knappliga hoyrdi hann eina rødd. - Hvar fert tú lítli fuglur? - Áh, eg veit ikki, segði fuglurin, eg frysti.. -Kom higar, segði góða granntræið, tí tað var granntræið sum hevði rópt. - Her er mín allarbesta grein. Her kanst tú seta teg, um tú vilt - vælkomin.

- Tað var gott, svaraði fuglurin.

- Ja, tá vinir tínir eru farnir, so mugu vit hjálpa tær. Her er helst best at sita, segði granntræið og rætti eina grein út ímóti fuglinum. Og fuglurin hoppaði upp á greinina.

- Mínar greinar eru so ótættar, segði furan, sum stóð við liðina á granntrænum, men eg eri stór og eg kann verja tykkum bæði ímóti køldu norðanættini. Og furan breiddi út greinarnar og vardi fuglin og granntræið.

- Eg vil eisini sleppa at hjálpa segði ein lítlil berjarunnur. Eg havi nógv vælsmakkandi reyð ber, sum tú kanst liva av allan vetur. Tey smakka væl.

Og soleiðis varð tað. Fuglurin gisti hjá granntrænum. Furan vardi bæði fugl og granntræ ímóti norðanættini køldu, og hin lítli berjarunnurin gav fuglinum mat. Hini trøini stóðu hástór og sjálvklók. Bókatræið segði.

- Eg hýsi ikki hvørjum sum helst.

Eikin segði.

- Eg gevi ikki greinarnar burtur.

Og pílatræið segði.

- Eg vil onki hava við fremmand at gera.

Og so vavdu trøini greinarnar rundan um seg, og sóu so hástór út.

Men um morgunin vóru bløðini fallin til jarðar. Tí hesa náttina fór hin kalda norðanættin gjøgnum skógin, og hvørt blað, sum hon nam við, fólnaði og fall til jarðar.

- Sleppi eg at nema øll bløðini, spurdi norðanvindurin uppøstur.

- Nei, steðga segði Gud, tú nertir ikki tey trøini, sum hava hjálpt hinum lítla fuglinum við tí brotna veinginum. Tey skulu altíð hava síni bløð og nálir.

Og tí er tað at granntræið, furan og berjarunnurin standa grøn alt árið.

Hetta var ein lítil halgisøga um jólatræið og tað at vera hjálpsamur/hjálpsom. Ongin hevði pláss fyri Jesusi, Mariu og Jósefi, tá frelsarin var føddur. Men onkur var so beinasamur at lata upp fjósdyrnar fyri teimum.

Vit fara nú at halda jól, og tit eru øll vælkomin aftur í kirkju, jólaaftan kl. 15, ella kl. 3. Tá fari eg at fortelja eina aðra søgu um jólatræið. Hin lítli fuglurin er ein mynd av Jesusbarninum, og á jólum halda vit føðingardagin hjá Jesus.

Gud gevi okkum øllum eini gleðilig jól og hugnalig jól.

Takk fyri at tit lurtaðu so væl..

Amen