Bókasíðan hevði annars lovað sær sjálvari ikki at mæla eitt orð afturat um Harry Potter - inntil vit frættu um bókarøðina um ófatuliga sjálvupptikna gandakallin Barry Trotter. Ein, lat okkum bara kalla tað, sera alternativ útgáva av Harry Potter eftir Michael Gerber.
Barry Trotter er næmingur á Hogwash skúlanum í "witch-crap". Har er hann vorðin ein stór stjørna fyri at hava útgivið metseljaran Barry Trotter og skonsið hjá heimspekinginum eftir gølurithøvundan J. G. Rollins. Tí hevur Barry fingið loyvi at ganga á skúlanum so leingi, honum lystir. Hann er nú 22 ár og dusar sær í tilveruni sum ævistudentur, umgyrdur av vøkrum, ungum fjepparagentum. Sjálvt erkafíggindin Lord Valumart, "hann sum luktar illa", er ongin trupulleiki. Men tað er filmurin "Barry Trotter og bráðneyðuga royndin at skava pening til sín." Og so má neyðars Barry út í eitt ótakksamt stríð við filmsfelagið Wagner Bros ...
Hin gandakallurin, hann sjálvur Harry Potter, formáar sær lítið afturímóti, tí Barry Trotter hevur fingið eyga á sjálvt tann minsta veikleikan í skrivikynstrinum hjá mammu hansara og avdúkar teir náðileyst ein fyri og annan eftir.
Tíverri havi vit ikki havt stundir at lesa røðina um Barry Trotter enn, men hon sigst at vera ein sonn lesifragd, á tremur við prumpihumor og øðrum mannfólkadunsti.
Barry Trotter og tað óneyðuga framhaldið