Hægsta útgjald úr Barsilsskipanini átti at verið 61.000 krónur. Tað átti tað í øllum førum, um tað hækkaði á sama hátt sum lønirnar á arbeiðsmarknaðinum. Eitt nú lønirnar hjá tingfólki, sum hækkað við somu prosentum sum aðrar lønir.
Tá Barsilsskipanin á fyrsta sinni fór at gjalda pengar út í juni í 2001 var hægsta útgjald úr skipanini 35.000 krónur. Tað vil siga, at fólk, sum høvdu eina løn sum var upp til 35.000 krónur fingu fulla løn, tá tey fóru í barsil.
Hetta hildu politikararnir vera ov nógv av tí góða, sjálvt um Løgtingið hevði samtykt hetta. So í 2004 løgdu 18 tingfólk úr samgonguni millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin fram broytingaruppskot, sum skar 10.000 krónur av hægsta útgjaldinum.
Talan var um 17 menn og eina kvinnu, sum løgdu fram hetta broytingaruppskotið: Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Anfinn Kallsberg, Andrias Petersen, John Johannessen, Heðin Zachariasen, Óli Breckmann, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Johan Dahl, Marjus Dam, Kaj Leo Johannesen, Olav Enomoto, Henrik Old, Kristian Magnussen og Poul Michelsen.
Uppskotið varð lagt fram eftir síðsta framløgudag, tí varð tað lagt fram við undirskriftum hjá 18 tingfólkum – øll úr samgonguni – »slipsalandsstýrinum« hjá Jóannes Eidesgaard, sum bara varð mannað við monnum.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at hægsta útgjald skal hækka 5.000 krónur. Altso at smábarnaforeldur fáa helmingin aftur av tí, sum Løgtingið tók frá teimum fyri 20 árum síðani.
Bera vit nú saman lønina hjá tingfólki í 2001, so var hon í 2001 kr 26.567,47 - tá tosa vit bara um grundløn, ikki fyri nevndarløn og skattafrítt endurgjald, sum tey eisini fáa.
Grundlønin hjá tingfólki í dag er kr 46.373,69, sum er 74,6 prosent meira enn í 2001.
Hægsta útgjald úr Barsilsskipanini í 2001 var 35.000 kr. Tað er í dag tað sama sum tað varð lækkað til í 2004, 25.000 krónur. Leggja vit sama prosentvøkstur á hægsta gjaldið úr Barsilsskipanini í 2001, 35.000 krónur, tað vil siga 35.000 + 74,6 prosent, so fáa vit 61.110 krónur.
Taka vit so inflatiónsroknaran hjá Hagstovuni, so vísir hann, at 35.000 krónur í 2001 svara til 49.555,35 krónur í 2023. Í øllum førum vísir tað, at bæði við vanligari inflatión og við vanligari lønarhækking, so átti hægsta gjaldið úr Barsilsskipanini at verið nógv hægri enn tað, sum landsstýriskvinnan nú ætlar at hækka tað til.
Um vit so halda okkum til tað útgjaldið úr Barsilsskipanini, sum Løgtingið lækkaði til 25.000 í 2004 og leggja somu 74,6 prosent afturat, so koma vit upp á 43.650 krónur, sum eisini er munandi meira, enn tað sum landsstýriskvinnan ætlar. Taka vit aftur inflatiónsroknaran á hagstova.fo, so sigur hann, at 25.000 krónur í 2004 sara til 34.807,89 í november í 2023, sum eisini er munandi hægri enn tað, sum landsstýrið nú ætlar.
Vit kunnu siga, at allur bati bøtir. Eftirsum at dagurin í dag er altjóða kvinnustríðsdagur, so hevði tað kanska verið eitt hugskot at fleiri menn heim í barnsburðarfarloyvi, tí so hevði Løgtingið kanska uppdagað, at útgjaldið úr Barsilsskipanini er afturúrsiglt, so tað stendur eftirá.
Leggjast kann afturat, at landsstýrismaðurin, sum legði málið um Barsilsskipanina fram um aldarskiftið var Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum. Løgmaður var Anfinn Kallsberg, sáli, úr Fólkaflokkinum. Kanska tað hevði borið til við eini breiðari semju, um Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi meintu tað eitt sindur meira við Barsilsskipanini...