Elbilar verða í framtíðini eitt veruligt alternativ til teir bilar, vit kenna í dag. Hetta kom fram í einum fyrilestri í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 6. oktober 2008, sum elfelagið SEV og Sp/f Baldursbrá hjá Johann Mortensen skipaðu fyri. Tað var Jane Pedersen, frá orkufelagsskapinum Dong Energy í Danmark, sum greiddi frá um alternativa orku og elbilar.
Dong Energy arbeiðir saman við amerikanska felagnum Better Place um nógvar spennandi loysnir við alternativari elmegi, sum t.d. sólorku og vindorku.
Ein av framtíðarverkætlanunum gongur í stuttum út upp á at nýta orkuna frá vindmyllum.
Vindmyllurnar koyra alt samdøgrið og um náttina er streymnýtslan munandi minni enn um dagin.
Yvirskotið frá streymframleiðsluni um náttina fer til løðing av accumulatorum, sum kunnu nýtast til bilar soleiðis at elbilar í framtíðini kunnu koyra inn á servicestøðir at ”bunkra” við at skifta tann tóma akkumulatorin út við ein fult uppløddan.
Better Place servicestøðir
Better Place er ein amerikansk fyritøka, sum miðvíst arbeiðir fyri at minka um nýtsluna av olju
kring allan heim. Hetta verður gjørt við at byrja við nýggjum alternativum infrastrukturi við t.d. elektriskum akførum.
Tað var Shai Agassi (f.1968), sum stovnaði Better Place í 2007 við høvuðssæti í California í USA.
Uttan fyri USA er Better Place í fyrstu atløgu byrjað við sínum verkætlanum í t.d. Ísrael og Danmark, har elektrisitet verður gjørt við sólorku og vindmegi.
Tann lidni pakkin til brúkaran er enn í spoypiskeiðini. Arbeitt verður við at finna loysnir, sum skulu royndarkoyrast undir øllum hugsandi umstøðum, áðrenn elbilarnar koma á marknaðin, og battarístøðirnar verða settar upp.
Men endaliga málið við Better Place verkætlanini er, at fólk kunnu keypa sær ein elbil, sum hevur somu kraft og toppferð sum ein vanligur bilur. Bileigararnir vera síðan við í eini Better Place battarískipan, har teir koyra inn á teirra støðir at skifta battarí. Better Place eigur øll battaríni, so bileigarin nýtist ikki at gera íløgu í battaríir.
Tað verður skjótari at koyra inn á eina Better Place servicestøð at skifta battarí enn tað er at bunkra olju ella bensin á eini vanligari servicestøð. Eitt nýuppløtt battarí kann koyra umleið 150 kilometrar, áðrenn neyðugt er at ”bunkra” aftur.
Better Place støðirnar vera heilautomatiskar. Bilførarin koyrir inn á støðina og steðgar við skiftiautomatina, sum sjálv skiftir battaríið. Tað tóma battaríið verður tikið úr og eitt fult uppløtt verður sett inn ístaðin. Hetta tekur minni enn tríggjar minuttir.
Eftir ætlan verða Better Place battarískiftstøðir settar upp í Danmark, í samstarvi við Dong Energy, í 2010, og í 2011 kunnu fyrstu elbilarnir í Projekt Better Place seljast í Danmark.