Beata og súpuskeiðin

   

Góða Beata.
»Jeg har i dag læst Deres uhøjtidelige brev« um byggimálið í Vallalíð.
Undirritaði er nærmasti granni til umrødda byggiøki.
Umframt at vera havnarmaður og tjóðveldismaður, so havi eg saman við grannunum roynt at fingið meirilutan í Tórshavnar Býráð til at hildið sínar EGNU samtyktir. Í staðin fyri at lurta og møguliga hjálpa okkum, hevur meirilutin valt at fara í stríð við sínar egnu borgarar.
Tað minsta, ið ein kann krevja av tær, er, at tá tú endiliga kemur undan kavi, er at tú heldur teg til sannleikan.
Í staðin velur tú at vaska tínar hendur við at kasta lort eftir Oljumálastýrinum, landsins leiðslu og grannunum.
Tú veit væl, at tú sum formaður í sosialu nevnd hevur eina stóra ábyrgd av, at hetta mál er endað, sum tað er. Sosiala nevnd tók okkara vegna eina almenna uppgávu uppá seg, har ætlanin var at gera eitt heim til minnisveik. Alt gott um tað.
Men tit tóku eisini av tí dýrastu loysnini. Minnist meg rætt komu fýra tilboð inn til at gera nevnda byggjarí. Tykkara loysn kostaði uml. 16 mill. kr. meðan tann bíligasta loysnin kostaði uml. 10 mill. kr. Tit valdu at leggja heimið í Vallalíð. Mær vitandi var trøðin nevnd Madsa trøð. Tit hava so uttan iva fingið at vita frá fyrisitingini, at alt var í lagi til at byggja. Men so var ikki. Fyrisitingin hevur als ikki gjørt sítt arbeiði til lítar.
Síggi nú í fjølmiðlunum, at tit hava sett nýggjan býararkitekt. Fái samstundis at vita, at hesin nú í eina tíð hevur arbeitt við byggiplanlegging í kommununi. Eg meini tað.
Tú sum gomul havnarkvinna, og altíð væl samfelagsorienterað, átti at vitað, at økið ið byggjast skuldi á, var lagt av sum fríøki.
Tú eigur at minnast longu taluna hjá Ólavi Michelsen, sála, tá ein geiri frá J. Paturssonargøtu niðan til Marknagilsvegin á býráðsfundi varð avlagdur til fríøki. Tú átti eisini at vitað, at P/F Wenzel Petersen keypti trøðna frá Mads spinnaranum. Tú átti eisini at vitað, at P/F Wenzel Petersen royndi at fáa byggiloyvi á trøðni til maskinverkstað. Eisini kann eg fortelja tær, at táverandi stjórin hjá W.P. Hjalgrím Hentze søkti um at byggja sær og sínum sethús á trøðni. Báðar umsóknirnar vóru noktaðar við tí grundgeving, at byggjast kundi ikki á fríøki. Tú átti eisini at vitað, at P/F W.P. noyddi Tórshavnar kommunu at keypa økið í 1986, tí ognin, sum so, onki virði hevði fyri fyritøkuna, av tí at ognin var fríøki.
Harumframt eigur tú at vita, at E. Thomasen búði í einum smáum húsum á trøðni í nógv ár. Eg kann fortelja tær, at E.T. spurdi kommununa um loyvi til at byggja sær hjall, og at fáa koyriveg til sethúsini. Men hetta varð honum noktað, av tí at økið var fríøki.
Stutt eftir at E.T. var deyður, var vegur gjørdur til sethúsini, húsini tikin niður og síðan vóru eini stór sethús bygd á fríøkinum. Hetta undraði meg sum granna, men valdi ikki at gera nakað við hetta mál, orsakað av, at hetta vóru privatfólk.
Um tú ikki veit tað omanfyri nevnda, so veit eg, at partamaður tín í Sosialu nevnd, Heðin Mort-ensen, ið hevur verið býráðslimur í 30 ár, ið eisini lærdi í smiðjuni hjá W.P. veit alt um hesi viðurskifti.
Tórshavnar kommuna hevur sum so fingið fatur á einum øki, ið privat ikki kundu byggja á, men 10 ár seinni kunna onnur og nú kommunan byggja, uttan nøkur broyting er gjørd fyri økið.
Hetta kalli eg ikki fyri góðan moral.
Tú tosar um moral. Ikki haldi eg, at tín moralur er á einum serliga høgum støði, tá tú ístaðin fyri at siga sannleikan, miskunnar okkum borgarar.
Borgmeistarin, og nú tú, brúka fjølmiðlarnar, eftir mínum tykki, til at seta aðrar borgarar og felagsskapir upp ímóti okkum grannum. Mín metan er, at hetta er gjørt tilvitað og í óndari trúgv.
Hetta, sum eg her havi nevnt, er mín meining, og tað, sum eg minnist, og sum eg havi spurt fólk um.
Tí valdu vit grannar um at søkja Tórshavnar Býráð um skjalainnlit, so vit kundu fáa greitt at vita, um vit mintust skeivt ella høvdu fingið skeivar upplýsingar.
Vit fingu eitt sokallað skjalainnlit. Hesi vóru als ikki nøktandi, so vit bóðu um meir. Men hvat hendi, kommunan kann als ikki finna nøkur viðkomandi skjøl??? Eg veit, at síðan vit bóðu um skjalainnlit 17. des. 2002, so hava tit funnið viðkomandi skjøl, men vit hava so ikki sæð hesi enn.
Ístaðin fyri at hjálpa grannunum, og harvið tykkum sjálvum, velja tit at trýsta tykkara ígjøgnum. Tá var einasti møguleiki hjá okkum at kæra tykkara byggimál.
Vit grannar hava víst tolsemi og góðan vilja til at loysa málið.
Nú leggur tú grannarnar undir avtalubrot. Hetta er álvarsamt. Tú fortelur Føroya fólki, at tú var við til at samtykkja, at lækka nevnda bygning 1,5 m, og harvið átaka tykkum eina meirútreiðslu á 1 mill. kr. eftir semju við grannarnar. Hetta er ikki satt. Undir-ritaði hevði saman við grannum verið á tveimum fundum saman við borgmeistaranum. Á tí eina fundinum var Schumann Hjaltalin við. Borgmeistarin hevði lagt tvey uppskot fyri okkum, fyrst at lækka bygningin við 0,70 m og síðan 1,5 m. Bæði uppskotini vórðu blankt avvíst.
Hetta bara tí, at vit hildu fast við at byggjaríið var ólógligt. Um vit gjørdu semju við borgmeistaran, so vóru vit eisini samsek í broti í byggisamtyktini. Hetta fekk borgmeistarin eisini at vita.
Eg var sjálvur á býráðsfundi hin 30. jan. í ár, har meirilutin játtaði 800.000 kr. til nevndu lækking. Býráðsformaðurin, Jan C. greiddi frá, áðrenn atkvøðugreiðsluna, at fyrisitingarlógin ikki var hildin í hesum máli, grannarnir vóru ikki kunnaðir, og at bygt var á fríøki. Hóast hesa kunning, tók tú ikki orðið, men atkvøddi fyri eykajáttanini.
Eftir fundin handaði undirritaði Jan C. eitt skriv, harí eg blankt avvísti, at nøkur semja var gjørd millum grannarnar og býráðið um at lækka nevnda bygning.
Tú gloymir at siga frá, at meirilutin eisini var í ferð við at byggja ein barnagarð í sama øki til 180 børn.
Tú roynir at siga, at vit grannar eru ímóti teimum minnisveiku. Tú veit, at so er ikki. Tú veit eisini, at ein av okkara góðu grannum er Heimið í Skrivaragøtu. Tú veit eisini, at eitt nýtt heim er opnað í Torfinnsgøtu.
Tú tosar eisini um »rúm«. Sjálvur eri eg ikki arkitektur ella politikari, men um ætlanin við A1 økinum var, sum tit ynskja tað í hesum førinum, so var økið sett ístaðin fyri »rúm«.
Eg kjann bara siga tær eitt, at eg havi búð í einum sethúsaøki knapt 20 ár. Um tú og tín samgonga fær vald, so búgvi eg í einum stovnsøki uttan at vera kunnaður um hetta á lógligan hátt.
Mín familja gjørdi eina stóra íløgu í eini sethús í einum sethúsaøki. Hvar er nú okkara rættartrygd?
Veruleikin er tann, at tit í meirilutanum hava greitt brotið byggisamtyktina fyri Tórshavnar Kommunu.
Ístaðin fyri at góðtaka hetta, velja tit enn at berjast ímóti veruleikanum. Tú sjálv goymir teg aftan fyri tín góða moral og so »góða mamma, tað var ikki eg.«
Vónandi verður Sosiala nevnd ikki aftur byggiharri her í býnum.
Tú leggur eftir landsins myndugleikum. Spurningurin er bara, um tit ikki hava fingið tað almenna, at játta helvtina av kostnaðinum, uppá skeivar fortreytir. Tit hava ikki sagt sannleikan fyri myndugleikunum, men tit hava fyribils móttikið 2,7 mill. kr. frá hesum. Var tað nakar, ið tosaði um moral?
Tú roynir eisini at tosa um ta fíggjarligu ábyrgdina. Eitt kann eg siga tær, at um tit ikki fáa endaligt byggiloyvi til tey minnisveiku í Vallalíð, so hava tit í meirilutanum álagt okkum borgarum eina eykaútreiðslu uppá 10-12 mill. kr. Hvør skal tá ábyrgdast? Sjálvandi tit í meirilutanum.
Eg trúgvi ikki, at Oljumálastýrið fer at góðtaka tykkara broytingaruppskot.
Ein kann ikki broyta alla byggisamtyktina fyri Tórshavnar Kommunu, bert út frá einum byggimáli. Tá verður í hvussu so er, lítil ella ongin munur á A1 og A3 øki.
Um so verður, vil eg meta, at okkara rættartrygd er fokin.
Eitt gott ráð: Halt teg til sannleikan, kosta hvat tað kosta vil.

P.S: Tað harmar meg persónliga, at Jan møguliga hevur mist sítt politiska lív framyvir, bara tí, at hann var so bláoygdur, at hann uttan himpr fór at verja mistøkini hjá tær og Heðin Mortensen.