Beate fann ikki til Klaksvíkar

Fyrrverandi blaðstjóri og eig­ari á Dimma­lætting, Be­ate L. Sam­u­el­sen boðaði fríggj­a­kvøld­­ið í sjónvarpinum frá, at hon hetta kvøldið fyri triðju ferð í lív­i­num var í Klaksvík.

Hon er Føroya fyrsta kvinna, sum er útbúgving journ­­­a­list­­ur. Hon hevur starv­­ast á Dimma­­lætt­­ing í 46 ár. Hon var á­­byrgd­­a­r­blað­stjóri á Dimmalætting frá 1995-2001.

Men hon var ongantíð í Klaks­vík, meðan hon var blað­stjóri. Hon var einaferð við Honnu Lisberg á Við­ar­eiði í 80'unum, men tá hon fyri nøkrum fáum árum síð­­ani skuldi til Klaksvíkar at hyggja eftir leikinum hjá Eyð Matras, kundi hon ikki koyra sjálv. Tí hon fann ikki til Klaks­vík­ar, segði hon. Tí mátti hon hava ein foto­graf við sær, sum fann til Klaks­vík­ar.
Vónandi kom Beate aftur til Havnar í øllum góðum.