Á útgávuni eru persónligir og erligir sangir um kærleika, iva og tær løturnar, har eitt samband annaðhvørt broytist, slitnar ella krevur, at tú veruliga stendur við títt og torir at gera nakað við tað.
Høvuðslagið á útgávuni er ‘Won’t Let Go’, sum Beinir sjálvur lýsir sum kensluliga miðdepilin á útgávuni. “Fyri meg snýr sangurin seg um ikki at geva upp, men arbeiða seg gjøgnum tað torføra, hóast tað ikki altíð er tað lættasta,” sigur Beinir.
Seinasta lagið er bæði á enskum og á føroyskum. “Tá eg syngi á føroyskum, kennist tað meira persónligt og eg vóni eisini, at tað gevur lurtarum eina greiðari fatan av, hvar eg og mín tónleikur kemur frá” sigur Beinir.
6., 7. og 8. novembur kanst tú uppliva Beinir í Reinsarínum - les meira á Torsgota.fo.
Hoyr útgávuna her: https://open.spotify.com/album/4hPysAUEvSNmF5BSHt2fsF?si=zB5heVuET66ODacpEBqjmQ
‘The end or beginning of us’ er givin út í samstarvi millum feløgini Tigerspring, Music is fun í Onglandi og Virgin Music Group í USA.
Beinir hevur skrivað tónleikin í samstarvi við Sharon Vaughn, Jónas Gaard, Morten Winther Nielsen og Lasse Boman. Beinir hevur framleitt tað mesta sjálvur, tó er ‘Won’t let go’ framleiddur saman við Rasmus Søegren. Jónas Gaard, Bárður Petersen og Filip Zachariassen spæla allir við á útgávuni. Magnus Trónheim hevur tikið covermyndina. David Mørup hevur miksað og mastrað.
##med2##
Lesið eisini stóra samrøðu við Beinir í dagsins útgávu av Sosialinum. Blaðið fæst í leysasølu kring landið, og haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum












