- Telefyritøkan Nema er á staðnum við einum knúsara og hjálpir og vegleiðir, hvussu slíkir lutir eiga at burturbeinast á rættan hátt.
Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
- Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og tínar dátur.
Í Vestmanna vísa tey á, at Nema skrúvar tína teldu sundur á staðnum og knúsar harðdiskin meðan tú bíðar.
- Tilfar, sum kann brúkast til endurnýtslu, verður tikin burturúr, og tú kanst vera vísur í, at tínar dátur verða endaliga burturbeindar.
Tøkniligir lutir, sum kunnu latast inn, eru teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternir harddiskar og onnur smærri tól, sum eitt nú oyramikrofonir, routarar, hátalarar og annað.
Øll, sum lata ein lut inn til endurnýtslu í Vestmanna í dag millum klokkan 16 og 18, eru við í einum lutakasti.
- Lutakast verður um ein Soundcore Boom 2 hátalara, sum hevur eitt virðið á 1.149 krónur, siga tey í Vestmanna kommunu í dag.










