Týskland eigur eitt av bestu landsliðunum av øllum í kvinnufótbólti.
Í dag hava týsku heimsstjørnurnar verið á Tórsvølli, har tær vunnu 8-0. Hálvleiksstøðan var 3-0.
Málið hjá føroyska liðnum var at avmarka tapið at vera væl minni, enn tað var, tá ið liðini í oktober hittust í Týsklandi og heimaliðið vann 11-0.
Tað eydnaðist um enn tapið varð trý ella fýra mál størri, ein føroyska liðið hevði vóna, at tað fór at verða.
Føroyska liðið hevði onga rættiliga roynd ímóti týska málinum, og Føroyar vunnu einki hornaspark. Ein roynd varð skrásett, har bólturin fór framvið týska málinum.
Í verjuspælinum vístu føroysku spælararnir góðan hugburð ímóti heimsstjørnunum. Tær á heimaliðnum ofraðu seg fult og heilt, og tað var ein av orsøkunum til, at sigurin ikki varð uppaftur størri.
Týskland hevði átjan royndir innanfyri føroysku málrammuna og í seytjan royndum fór bólturin við síðuna av føroyska málinum.
Týskland spældi seg til eina rúgva av góðum málmøguleikum, men heimsstjørnuar vóru ikki neyvar, tá ið tær royndu ímóti føroyska málinum, har Anna S. Hansen spældi væl.
--
LIÐUGT
0-8
92) 0-8
0-8: Alexandra Popp
Føroysku spælararnir iðra seg um, at mál verður skorað í yvirtíðini. Eftir fríspark úr vinstru strýkur bólturin flatt í brotsteigin, har liðformaðurin Alexandra Popp, sum hevur misnýtt nógvar møguleikar, stýrir bóltin í málið og verður tvífaldur málskjútti.
90) 0-7
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
80) 0-7
Føroyski superveteranurin Rannvá B. Andreasen verður sett á vøllin. Av vøllinum fer Jacoba Langgaard, sum hevur verið verjukendur miðvallari og síðani í fyrra hálvleiki hevur spælt við gulum korti.
73) 0-7
0-7: Carolin Simon
Føroyska verjan er óheppin, tá ið roynt verður at sparka burtur. Bólturin rakar í Carolin Simon og frá henni í føroyska málið.
71) 0-6
0-6: Alexandra Popp
Endiliga eydnaðist tað hjá týska liðformanninum, sum fleiri ferðir hevur misnýtt góðar møguleikar. Hon verður spæld leys eitt sindur til vinstru í brotsteiginum og sendir bóltin flatt í málið.
68) 0-5
0-5: Lina Magull
Innleggið er flatt úr høgru. Anna S. Hansen í føroyska málinum bjargar í fyrstu atløgu, tá ið Lina Magull roynir seg úr stuttari fjarstøðu, men bólturin fer út aftur í andlitið á Linu Magull og so í føroyska málið.
Hetta var eftir bestu løtuna hjá føroyska liðnum, sum hevur spælt væl longri frammi á vøllinum enn nakrantíð fyrsta tíman.
65) 0-4
Føroyar skifta út: Eyðvør Klakstein avloysir Margunn Lindholm.
58) 0-4
0-4: Carol Simon
Við fínum frísparki úr 21 metrum og mitt fyri sendir Carol Simon bóltin flatt framvið manngarðinum og dygst úti við stólparótina.
57) 0-3
GULT KORT. Lív F. Arge fyri fríspark.
55) 0-3
Tað er heilt ófatuligt, at støðan framvegis er 3-0. Anna S. Hansen í føroyska málinum er ófør, og føroysku spælararnir leggja nógv fyri í royndini at verja. Men tað er heilt ófatuligt, at týsku spælararnir ikki hava megnað at fáa meiri burturúr nógvu og stóru málmøguleikunum.
51) 0-3
Týskland heldur fram í somu øði. Bólturin er fyri tað mesta í og kring føroyska brotsteigin.
46) 0-3
Føroyski liðformaðurin Olga Kristina Hansen, sum sá gult í fyrra hálvleiki. er ikki komin á vøllin eftir steðgin. Í hennara stað er komin Sara Samson Lamhauge.
HÁLVLEIKUR
0-3
Sammett við í oktober tá ið Føroyar spældu í Týsklandi, so hevur fyrri hálvleikur vignast betur. Tá var hálvleiksstøðan 6-0. Nú er hon 3-0.
45) 0-3
Ein minuttir lagdur aftrat.
40) 0-3
Týskland hevur havt átta hornaspørk, og Føroyar hava einki hornaspark havt higartil.
33) 0-3
GULT KORT. Jacoba Langgaard sær gult fyri professionelt fríspark.
33) 0-3
Føroysku spælararnir eru fyri fyrstu ferð í týska brotsteiginum, tá ið bólturin verður lagdur fram við frísparki. Heidi Sevdal temur væl, sneiðir seg leysa og leggur innfyri úr høgru, men Ásla Johannesen fær ikki heilt tamarhald á, og so er møguleikin burtur.
31) 0-3
Týska liðið spælir bæði djúpt og breitt, vongverjarnir eru álopshugaðir og ágangandi, og føroysku spælararnir eru noyddar at renna heilt nógv.
27) 0-3
0-3: Leonie Maier
So var aftur mál. Fínt spæl fram eftir miðásinum og so verður lagt av eitt sindur út í høgru, har Leonie Maier rennur frá verjuna og sendir bóltin í málið.
25) 0-2
0-2: Lina Magull
Fín framlegging eftir miðásinum, framúr góð temjing og so var Lina Magull púra eirindarleys, tá ið hon skoraði.
23) 0-1
Fyrri hálvleikur er hálvrunnin, og føroyska liðið heldur tørn soleiðis, at týska leiðslan framvegis bara er 1-0.
Tað mesta gongur fyri seg frá miðstrikuni og fram ímóti føroyska brotsteiginum.
15) 0-1
Gott langskot, men Anna S. Hansen í føroyska málinum tveitir seg og bjargar til horna, sum ber nýtt við sær og so føroyskt málspark.
13) 0-1
Føroyska liðið er væl skipað, og tær fáu ferðirnar, tá ið bólturin er á føroyskum fótum, verður roynt at samanspæla.
10) 0-1
Bólturin hevur verið á stólpanum, og fleiri spentar støður hava verið frammanfyri føroyska málið.
06) 0-1
Føroyska liðið er ógvuliga varðið í útgangsstøðu. Setningurin er at avmarka tapið.
03) 0-1
0-1: Lea Schüller
Føroyska verjan snorksvevur, tá ið horna verður tikið stutt í høgru. Tað verður lagt út frá í málteiginum, og bólturin situr í netinum.
02) 0-0
Týskland vinnur horna. Føroysku spælararnir hava ongantíð nortið bóltin.
01) 0-0
Týskland gevur bóltin upp.
00) 0-0
Týsku spælararnir eru í grønum troyggjum, grønum buksum og grønum hosum.
Føroysku spælararnir eru í hvítum troyggjum, bláum buksum og hvítum hosum.
00) 0-0
Tá ið liðini hittust í Týsklandi 24. oktober í fjør, vann Týskland 11-0 (6-0).
Málið hjá føroyska liðnum er, at úrslitið í dag skal vera væl betri.
00) 0-0
Tjóðsangirnir verða spældir.
Líkindini at spæla fótbólt eru góð.
00) 0-0
Føroyar – Týskland kl. 16.00
Á Tórsvølli týsdagin 4. september 2018 kl. 16.00
Dómarabólkur úr Hollandi: Lizzy Van Der Helm, Fijke Hoogendijk, Bianca H. P. Scheffers og Shona Shukrula
Føroyar: Anna Súnadóttir Hansen – Birna T. Johannesen, Lív Arge, Birita Nielsen, Katrina Akursmark - Jacoba Langgaard - Ansy Sevdal, Olga Kristina Hansen, Margunn Lindholm, Ásla Johannesen, Heidi Sevdal
Á beinkinum: Jóna Nicolajsen, Eyðvør Klakstein, Rannvá B. Andreasen, Evi á Lakjuni, Sara Samson Lamhauge, Nadja Dam Johannesen, Rebekka Eschen Danielsen
Venjari: Pætur S. Clementsen
Týskland: Almuth Schult – Carolin Simon, Leonie Maier, Lea Schüller, Lena Goessling, Alexandra Popp, Sara Doorsoun-Khajeh, Linda Dallmann, Malenie Leupolz, Lina Magull, Turid Knaak
Á beinkinum: Lisa Schmitz, Felicitas Rauch, Johanna Elsig, Joelle Wedemeyer, Verena Schweers, Maximiliane Rall
Venjari: Horst Hrubesch
00) 0-0
Klokkan 16 fer hollendski dómarin Lizzy Van Der Helm at bríksla fyrstu ferð á Tórsvølli, har føroyska kvinnulandsliðið hevur vitjan av Týsklandi.
Tvær broytingar eru gjørdar á føroyska liðnum sammett við liðið, sum 12. Juni tapti 4-1 á útivølli ímóti Kekkia.
Katrina Akursmørk og Jacoba Langgaard avloysa Arnborg Lervig og Rebekku Danielsen.