Allir fýra fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða í dag. Bbyrjað verður við Løkin klokkan 13, har NSÍ – TB/FCS/Royn spæla. B36-Víkingur byrjar klokkan 13.45, meðan dysturin ÍF-KÍ byrjar klokkan 14.30. Seinasta fjórðingsfinalan verður klokkan 17 í Gundadali millum HB og EB/Streym.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Effo-deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá báðum dystunum í Gundadali. Fyrst millum B36 og Víking, og síðani millum HB og EB/Streym. Fylgt verður eisini gongdini í hinum fjórðingsfinalunum. Somuleiðis er FM finalurnar í flogbólti í dag. Tær eru eisini beinleiðis á Rás2. Sostatt verður talan um sannan ítróttardag á Rás2.
Her á in.fo koma sjónbandamyndir, samrøður og myndir frá dystunum í dag. Samandráttur verður frá trimum av fjórðingsfinalunum. B36-Víkingur, NSÍ-TB/FCS/Royn og HB-EB/Streymur.
Stroyming:
Kringvarpið stroymar frá dystinum í Gundadali millum B36 og Víking.
B36-Víkingur: Fyri at síggja stroymingina ”Trýst HER” – ella á pílin á myndini
Løgmanssteypið:
B36 – Víkingur 13.45 (Lars Muller) Beinleiðis á Rás
ÍF – KÍ 14.30 (Eiler Rasmussen)
NSÍ – TB/FCS/Royn 13.00 (Kári á Høvdanum)
HB – EB/Streymur 17.00 (Petur Reinert) Beinleiðis á Rás