10. umfar í landskappingini 2018 er í dag. Dystirnir eru KÍ-NSÍ, Vikingur-HB, AB-EB/Streymur, 07 Vestur-Suðringar og B36-Skála. In.fo fylgir gongdini í øllum dystinum í Livescore skipanini. Dysturin millum B36 og Skála byrjar klokkan 17.15, hinir byrja klokkan 15.
Beinleiðs tekstfrásøgn frá Bertri deildini – Trýst HER
Inni á Livescore skipanini kanst tú síggja beinleiðis frásøgn frá øllum dystunum, við at trýsta á frámerkið av dystinum.
Leinkjan til Livescore er: (www.in.fo/matches)
Rás2 á staðnum
Rás2 sigur frá trimum dystum í dag. KÍ-NSÍ og AB-EB/Streymi klokkan 15, og B36-Skála klokkan 17.15. Rás2 byrjar at senda klokkan 14 við beinleiðis upptakt. Aftaná verður 3. Hálvleikur við samrøðum og samanumtøkum.
Her á in.fo koma reaktiónir, samrøður, samanumtøkur og myndir frá dystunum í dag.
Stroyming:
Kringvarpið stroymar frá dystinum í Gøtu millum Víking og HB.
Víkingur-HB: Fyri at síggja stroymingina ”Trýst HER” – ella á pílin á myndini
Betri deildin menn 10. umfar:
KÍ - NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2
Víkingur - HB (15.00)
AB - EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á Rás2
07 Vestur - Suðringar (15.00)
B36 - Skála (17.15) Beinleiðis á Rás2