HB hevur við sigri í Sørvági í kvøld styrkt ógvuliga nógv um sína støðu sum topplið og harvið stórur FM favorittur.
HB legði seg framum 2-0, men heimaliðið svaraði aftur og minkaði um munin. Fyrra partin av seinna hálvleiki var spenningurin stórur. Heimaliðið spenti álopsbogan, og í fleiri førum var um reppið, at tað eydnaðist at javna.
So setti HB Brynjer Hlöðversson á vøllin, og tað gjørdi stóran mun. Brynjer Hlöðversson var ikki millum teir fyrstu ellivu, tí hann er hálvskaddur. Síðsta hálva tíman var hann rættiliga eyðsýndur soleiðis, at HB av álvara fekk fatur á spælinum, og tað bar fram ímóti dystarenda tvey mál við sær.
HB vann 4-1, og nú er vegurin fram ímóti FM heitinum ógvuliga slættur og breiður. Undan dystinum síðsta fríggjakvøld á útivølli ímóti KÍ var munurin millum tvey tey fremstu tvey stig. HB vann 1-0 í Klaksvík og í kvøld 4-1 í Sørvági.
KÍ tapti síðsta fríggjakvøld og í kvøld tapti KÍ 2-1 á útivølli ímóti B36. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.
Nú er munurin millum tvey tey fremstu átta stig. Einki bendir á, at HB fer at søpla FM møguleikan burtur.
Spurningurin er heldur í løtuni, um tað fer at eydnast klaksvíkingum at halda tørn um næstfremsta plássið. Tað eru fimm stig aftur til NSÍ og seks stig aftur til Víking, sum hava spælt ein dyst færri enn KÍ.
Myndir úr Gundadali
http://www.in.fo/myndasavn/album/?tx_yag_pi1
B36 - KÍ 2-1 (0-0)
1-0: Erlendur Magnusson 59.
1-1: Deni Pavlovic 69.
2-1: Meinhard E. Olsen 80.
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Rói Mørk Hentze – Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen (Robert Heðin Brockie, 43.), Erlendur Magnusson – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Michal Przbylski (Hugin Samuelsen, 66.) – Kaimar Saag (Róaldur Jakobsen, 79.)
Gult kort: Robert Heðin Brockie
Venjari: Jákup á Borg
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Predrag Pocuca (Óli Eyðsteinsson Poulsen, 68.), Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jákup B. Andreasen, Hørður Askham, Semir Hadzibulic – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Boris Dosljak (Ronni Møller-Iversen, 58.)
Gult kort: Jákup B. Andreasen
Venjari: Mikkjal Thomassen
07 Vestur - HB 1-4 (1-2)
0-1: Dan í Soylu 4.
0-2: Ari Mohr Olsen 14.
1-2: Sølvi Egilsson 19.
1-3: sjálvmál 77.
1-4: Jógvan Skeel Nolsøe 85.
Dómari: Jógvan Hendrik Ellefsen
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Sølvi Egilsson (Ásbjørn Heðinsson, 75.), Martin Tausen, Dann Fróðason, Jákup S. Olsen – Høgni Egilstoft Nielsen, Ndende Adama Guéye, Charles Machell, Teitur Olsen (Janus Svabo Samuelsen, 72.) – Sonny Jakobsen, Ken Fagerberg (Hørður Ingi Egilsson, 87.)
Gult kort: Sølvi Egilsson, Teitur Olsen, Jákup S. Olsen, Ndende Adama Guéye
Venjari: Pauli Poulsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Adrian Justinussen, Tróndur Jensen (Brynjer Hlóðversson, 65.), Grétar Snær Gunnarsson, Símun Samuelsen (Daniel Johansen, 80.) – Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen (Jógvan Skeel Nolsøe, 65.)
Gult kort: Tróndur Jensen
Venjari: Heimir Guðjónsson
HB | 19 | 16 | 1 | 2 | 38 | 14 | 49 |
KÍ | 19 | 13 | 2 | 4 | 34 | 14 | 41 |
NSÍ | 18 | 11 | 3 | 4 | 40 | 15 | 36 |
Víkingur | 18 | 11 | 2 | 5 | 31 | 19 | 35 |
B36 | 18 | 10 | 3 | 5 | 37 | 24 | 33 |
EB/Streymur | 18 | 4 | 6 | 8 | 20 | 28 | 18 |
Skála | 18 | 5 | 3 | 10 | 16 | 27 | 18 |
Suðringar | 18 | 4 | 3 | 11 | 17 | 29 | 15 |
AB | 18 | 2 | 2 | 14 | 8 | 40 | 8 |
07 Vestur | 18 | 2 | 1 | 15 | 15 | 46 | 7 |
19. umfar
Sunnudagin 19. august
KÍ - EB/Streymur
Víkingur - 07 Vestur
NSÍ - Skála
HB - Suðringar
AB - B36
20. umfar
Hósdagin 23. august
EB/Streymur - NSÍ
Víkingur - Suðringar
AB - NSÍ
---
07 Vestur - HB 1-4
90) 1-4
LIÐUGT
90) 1-4
GULT KORT. Ndende hjá 07 Vestur.
85) 1-4
1-4: Jógvan Skeel Nolsøe
Silas Eyðbjørnsson hálvbjargar eftir roynd úr høgru, bólturin fer út til innskifta Jógvan Skeel Nolsøe, sum skorar, og heldur enn javnleikin, sum eina løtu lúrdi, er HB nú á veg ímóti trivaligum sigri.
82) 1-3
GULT KORT. Jákup S. Olsen hjá 07 Vestur.
80) 1-3
HB skiftir út: Daniel Johansen avloysir Símun Samuelsen.
77) 1-3
1-3: sjálvmál
Eftir langa framlegging leggur Dan í Soylu innfyri úr høgru, og ein av heimamonnunum er óheppin og stýrir bóltin í egið mál.
74) 1-2
07 Vestur skiftir út: Ásbjørn Heðinsson avloysir málskjúttan Sølva Egilsson.
73) 1-2
Útskiftingarnar hava havt við sær, at HB nú hevur væl betri tak á spælinum, enn toppliðið hevði fyrstu stóru løtuna av seinna hálvleiki.
71) 1-2
07 Vestur skiftir út: Janus Svabo Samuelsen avloysir Teit Olsen.
66) 1-2
HB hevur risa møguleika at økja um leiðsluna. Dan í Soylu leggur flatt innfyri úr høgru, og Símun Samuelsen er í fínari støðu, tá ið hann roynir ímóti málinum, men Silas Eyðsteinsson bjargar sera væl.
64) 1-2
HB skiftir tveir spælarar út: Tróndur Jensen og Ari Mohr Olsen fara av vøllinum, og í teirra stað verða settir álopsspælarin Jógvan Skeel Nolsøe og miðvallarin Brynjer Hlöðversson, sum ikki var millum teir fyrstu ellivu, tí hann er hálvskaddur.
61) 1-2
Ken Fagerberg brýtur ígjøgnum í høgru, hann smekkar bóltin innfyri, og tað er um reppið, at Sonny Jacobsen megnar at stýra bóltin í málið. Og bara lítla løtu seinni er søgan tann sama, og aftur sleppur HB við skrekkinum.
58) 1-2
07 Vestur er fleiri ferðir tætt við í HB brotsteiginum. HB verjan er ikki frítt ørkymlað at Ken Fagerberg.
56) 1-2
GULT KORT: Tróndur Jensen hjá HB fyri fríspark.
07 Vestur pressar gestirnar longri frammi á vøllinum, enn heimaliðið higaratil hevur gjørt.
54) 1-2
GULT KORT: Teitur Olsen hjá 07 Vestur fyri at vera ov seinur at takla.
52) 1-2
Sera tætt við at HB økti um leiðsluna. Magnus Egilsson smekkaði til, og bólturin brast í stólpan aftanfyri málverjan hjá heimaliðnum.
50) 1-2
GULT KORT: Sølvi Egilsson hjá 07 Vestur fyri at takla ov seint ímóti Símuni Samuelsen.
49) 1-2
Heimaliðið leggur ágangandi fyri eftir steðgin og tiltuskar sær horna, sum einki spyrst burturúr.
46) 1-2
Ongar skiftingar hava verið í steðginum.
45) 1-2
HÁLVLEIKUR
36) 1-2
Tað regnar í Sørvági, og tað er eisini eitt lot. Síðstu løtuna hevur HB verjan ikki sæð so stinn og sannførandi út, sum hon annars hevur verið í ár og eisimi fyrstu løtuna í kvøld.
32) 1-2
07 Vestur er fyri tað mesta í verjustøðu. Tað tykist sum um, at heimaliðið bíðar eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.
30) 1-2
HB er á bóltinum nógv mesta partin av tíðini, men talan hevur síðstu løtuna ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
25) 1-2
07 Vestur pressar, og tað er tætt við, at Sølvi Egilsson javnar til 2-2, men tað endar við hornasparki.
Tað verður lagt innfyri, og Ndende stútar ímóti málinum, men bólturin fer omanfyri málið.
Lasse Andersen hjá HB er uttanfyri vøllin, og HB spælir tískil við tíggju monnum.
17) 1-2
1-2: Sølvi Egilsson
07 Vestur hevur av álvara ment seg, og nú bar tað úrtøku við sær. Ken Fagerberg smekkaði til, Teitur M. Gestsson hálvbjargaði, og Sølvi Egilsson trillaði bóltin í tóma málið.
11) 0-2
0-2: Ari Mohr Olsen
Magnus Egilsson leggur innfyri, og Ari Mohr Olsen stýrir við høvdinum bóltin í málið.
Ari Mohr Olsen hevur skorað, og toppliðið er á meistarakós.
07) 0-1
Adrian Justinussen roynir seg við frísparki úr 24 metrum. Bólturin fer omanfyri manngarðin, og hann hevur góða kós, men Silas Eyðsteinsson bjargar til HB horna, sum einki spyrst burturúr.
04) 0-1
0-1: Dan í Soylu
Jógvan Rói Davidsen leggur innfyri úr høgru, og Dan í Soylu stýrir bóltin í málið.
HB hevur alla tíðina verið á bóltinum.
00) 0-0
Líkindini at spæla eru góð á Dungasandi.
07 Vestur - HB kl. 19.00
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Tausen, Dann Fróðason, Jákup S. Olsen – Sølvi Egilsson, Ndende Adama Guéye, Charles Machell, Teitur Olsen – Sonny Jakobsen, Ken Fagerberg
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen, Magnus Egilsson – Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Grétar Snær Gunnarsson, Símun Samuelsen – Dan í Soylu, Ari Mohr Olsen
----
B36 - KÍ
Tað er hálvleikur í Sørvági, har HB er á odda 2-1.
Í Gundadali er tað liðugt. B36 vann 2-1 ímóti KÍ. Øll málini vórðu skorað í seinna hálveiki.
Úrslitið ber við sær, at FM møguleikin hjá KÍ er mest sum burtur.
Um tað eydnast HB at vinna fulla úrtøku í Sørvági, so verður fjarstøðan frá HB og aftur til KÍ átta stig. Undan dystinum fríggjakvøldið, tá ið HB vann 1-0 í Klaksvík, var munurin millum tvey tey bestu tvey stig. Nú er hon átta stig.
B36 hevur við sigrinum í kvøld tikið seg aftur í stríðið um Europa plássini. B36 hevur annað leygarkvøld møguleika at tryggja sær Europa atgongumerki í steypafinaluni ímóti HB.
LIÐUGT
2-1
94) 2-1
LIÐUGT
92) 2-1
Alt fólkið er á B36 hálvuni.
90) 2-1
Fýra minuttir lagdir aftrat.
89) 2-1
KÍ hevur sera ilt við at spæla seg til møguleikar. Nú legði Ronni Møller-Iversen innfyri, men tað var ikki nóg neyvt.
87) 2-1
B36 hevur risa møguleika at økja um leiðsluna. Hugin Samuelsen spælir Meinhard E. Olsen leysan, og Meinhard er í sera góðari støðu, tá ið hann sendir bóltin skeivu megin stólpan.
84) 2-1
Tað er øgiligur spenningur og lívligt. KÍ spennir álopsbogan, og tað er ber spentar støður í báðum endum við sær.
82) 2-1
Jóannes Bjartalíð langar til, og tað verður bjargað til horna. Tá ið bólturin kemur innfyri aftur, verður bólturin stútaður á B36 stólpan og út í spæl aftur.
79) 2-1
2-1: Meinhard E. Olsen
Eftir kiks í KÍ verjuni er tað Róaldur Jakobsen, sum akkurát er komin á vøllin fyri fyrstu ferð síðani í fjórða umfari, ið spælir til Meinhard E. Olsen, sum skorar, og B36 er á odda 2-1.
78) 1-1
B36 skiftir út: Róaldur Jakobsen avloysir Kaimar Saag.
73) 1-1
Nú regnar í Gundadali. Deni Pavlovic tykist hava nógva pínu í hondini.
72) 1-1
Róaldur Jakobsen hjá B36, sum ikki hevur verið á vøllinum í fleiri mánaðir, hitar upp.
71) 1-1
Deni Pavlovic kemur aftur á vøllin.
70) 1-1
Deni Pavlovic er skaddur, og tað er steðgur í spælinum.
70) 1-1
1-1: Deni Pavlovic
Eftir horna frá innskifta Ronni Møller-Iversen er innskifti Óli Eyðbjørnsson Poulsen uppií, áðrenn tað verður lagt innfyri til miðverjan Deni Pavlovic, sum skorar.
70) 1-0
KÍ skiftir framrættað út: Óli Eyðbjørnsson Poulsen avloysir Predrag Pocuca. KÍ tiltuskar sær horna.
60) 1-0
1-0: Erlendur Magnusson
Eftir horna frá Alex Mellemgaard og eftir aftur og fram smekkar Erlendur Magnusson bóltin í málið.
59) 0-0
Tað er nógv lív í. Nú tiltuskaði B36 sær horna.
58) 0-0
KÍ skiftir út: Ronni Møller-Iversen avloysir Boris Dosljak.
53) 0-0
B36 spælararnir vilja hava brotsspark, tá ið Mihal Przybylski smekkar til, og bólturin rakar armin á KÍ spælara, men dómarin bríkslar fyri hornasparki.
50) 0-0
B36 er ágangandi, og KÍ verður pressað á sínari egnu hálvu. Eftir langt innkast frá Benjamin Heinesen roynir Meinhard E. Olsen seg í KÍ málteiginum, men bólturin fer omanfyri KÍ málið.
48) 0-0
Jákup B. Andreasen smekkar til úr 23 metrum, og bólturin fer stutt omanfyri B36 málið. Góð roynd.
46) 0-0
Einasta útskiftingin er tann, sum B36 gjørdi stutt undan steðginum, tá ið Eli Falkvard Nielsen fór skaddur av vøllinum, og Robert Heðin Brockie loysti hann av.
HÁLVLEIKUR
0-0
B36 hevur síðstu løtuna undan steðginum verið meiri í KÍ brotsteiginum enn fyrr í hálvleikinum.
45) 0-0
Ein minuttir lagdur aftrat.
42) 0-0
Mikal Przybylski og Meinhard E. Olsen vinna B36 horna, og Robert Heðin Brockie avloysir Eli Falkvard Nielsen. Einki spyrst burturúr hornasparkinum.
40) 0-0
B36 miðvallarin Eli Falkvard Nielsen er so mikið illa skaddur, at hann fer av vøllinum, og B36 ger klárt at skifta út.
35) 0-0
Benjamin Heinesen tveitir innkast langt inn í KÍ málteigin, men verjan beinir bóltin burtur.
31) 0-0
Aftur gott KÍ álop í vinstru, Jákup B. Andreasen leggur innfyri, og Rói Mørk Hentze klárar akkurát at bjarga til horna, sum einki spyrst burturúr.
30) 0-0
Semir Hadzibulic vinnur KÍ horna í høgru, Jóannes Bjartalíð leggur innfyri, og tað er vandamikið í tveimum førum, men Andrias H. Eriksen sparkar burtur. KÍ er í løtuni omaná.
20) 0-0
Eftir langt innkast frá Benjamin Heinesen verður bólturin varpaður út um brotsteigin, har Alex Mellemgaard heilfluktar ímóti KÍ málinum. Verjan beinir bóltin til horna, sum einki spyrst burturúr.
18) 0-0
So var KÍ tætt við. Jóannes K. Danielsen og Páll A. Klettskarð eru í álopi í høgru, innleggið er gott, men eingin er at stýra bóltin í málið.
16) 0-0
Tað mesta gongur fyri seg millum brotsteigarnar báðar.
09) 0-0
Fínt B36 álop. Meinhard E. Olsen leggur innfyri úr vinstru, og Mihal Przybylski er akkurát ov stuttur at stýra bóltin í málið. Besti B36 møguleikin higartil.
07) 0-0
Jóannes K. Danielsen leggur innfyri úr høgru, og Boris Dosljak er akkurát ov stuttur at stýra bóltin ímóti málinum.
06) 0-0
B36 tiltuskar sær horna í høgru, Alex Mellemgaard leggur innfyri, og Eiler Rasmussen bríkslar fyri frísparki til KÍ.
05) 0-0
Tað hava ofta verið fleiri áskoðarar, tá ið B36 og KÍ hava dystast í Gundadali.
03) 0-0
KÍ hevur verið meiri ágangandi fyrstu lítlu løtuna.
01) 0-0
KÍ verjir norðara málið og leypir harvið á málið við niðara vøll.
00) 0-0
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Gundadali.
Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 hevur vitjan av KÍ.
Støðutalvan sigur, at B36 er á fimta plássi, og at KÍ er næstfremst – fimm stig aftanfyri HB.
B36 er ellivu stig aftanfyri KÍ og sekstan stig aftanfyri toppliðið HB. B36 hevur spælt seytjan dystir, meðan KÍ og HB hava spælt átjan dystir.
Stóra avbjóðingin hjá B36 er at tetta í verjuni. Í seytjan dystum eru 23 mál farin ígjøgnum hjá B36. Hjá KÍ eru tólv mál farin ígjøgnum, og hjá HB eru trettan mál farin ígjøgnum.
Meðan B36 hevur skorað 35 mál í seytjan dystum, so hevur KÍ skorað 33 mál í átjan dystum.
KÍ tapti fríggjakvøldið 1-0 á heimavølli ímóti HB. Um KÍ skal hava nakran møguleika at røkka toppinum, so kann tað vísa seg at verða avgerandi at vinna fulla úrtøku í kvøld. HB skal klokkan 19 spæla á útivølli ímóti 07 Vestur. Um KÍ ikki vinnur, og um HB vinnur, so verður munurin millum tvey tey fremstu átta stig.
Lyklaspælarin á B36 miðvøllinum, Róaldur Jacobsen, hevur orsaka av skaða ikki verið á vøllinum nógvu tær seinastu ferðirnar. Í kvøld er hann á B36 liðstanum, men hann verður á beinkinum frá fyrsta bríksli.
Lukasz Cieslewicz, sum eisini hevur verið illa darvaður av skaða, er undir liðini á Róaldi Jacobsen á B36 beinkinum.
Síðani í mai mánað hevur Jóannes Bjartalíð ikki verið millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ. Hann hevur verið darvaður av skaða og er oftast skiftur inn í seinna hálvleiki. Í kvøld er Jóannes Bjartalíð millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ.
Heðin Askham er á sentrala miðvøllinium, meðan Predrag Procurca er undir liðini á Deni Pavlovic í miðverjuni. Ímóti HB var Deni Pavlovic leikbannaður, og Predrag Pocurca alla tíðina var á beinkinum.
B36 - KÍ kl. 18.00
Dómari í Gundadali er Eiler Rasmussen, og hjálpardómarar eru Jan Hermansen og Petur Páll Winther Hentze.
B36: Rói Mørk Hentze – Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Erlendur Magnusson – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Michal Przbylski – Kaimar Saag
Á beinkinum: Trygvi Askham, Robert Heðin Brockie, Róaldur Jacobsen, Lukas Cieslewicz, Hugin Samuelsen, Gilli Samuelsen, Ragnar Samuelsen
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Predrag Pocuca, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jákup B. Andreasen, Hørður Askham, Semir Hadzibulic – Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð, Boris Dosljak
Á beinkinum: Meinhardt P. Joensen, Ronni Møller-Iversen, Ólavur Niclasen, Børge Petersen, Steinbjørn Olsen, Jóhan Waag Høgnesen, Óli Eyðsteinsson Poulsen