Tað varð vónað, at tað skuldi eydnast at megna gott úrslit. Minnini frá tí ferðini, tá ið Føroyar vunnu 1-0 á heimavølli ímóti Russlandi í 2009, góvu mót, og 2-0 tapið í Krasnodar í november varð heldur ikki hildið at vera ræðandi.
Í kvøld var øðrvísi. Russiska liðið var í heilt nýggjari útgávu á Svangaskarði, har líkindini vóru av teimum bestu.
Russland skoraði trý mál undan steðginum, og úrslitið varð 3-0.
Undan steðginum spældi Russland við fullari ferð. Tað eydnaðist at fáa hol á beinanvegin, tá ið eitt korter var farið, øktu teir til 2-0 eftir horna, og lítla løtu undan steðginum skoraðu teir síðsta málið eftir fínt uppspæl í vinstru og so út frá.
Eftir steðgin tóku russisku favorittarnir sær meiri av løttum. At ferðin minkaði eitt vet bar við sær, at heimamenninir megnaðu at vera meiri við í spælinum, enn teir høvdu verið, men tað varð ongantíð vandamikið frammanfyri russiska málið í seinna hálvleiki.
Í føroysku leguni iðra teir seg um, at góða støðan dygst undan, at Russland setti hol á, ikki bar mál við sær. Í trimum førum vóru føroyskir spælarar í góðari støðu, tá ið málverjin var úti úr málinum. Patrik Johannesen smekkaði til, bólturin varð blokeraður, og so var mál í hinum endanum.
Teit Jacobsen, sum var mest eyðsýndi føroyski spælarin, noyddist av vøllinum stutt eftir steðginum. Miðvallarin Hákun Edmundsson sá gult í kvøld. Tað ber við sær, at hann verður leikbannaður týskvøldið, tá ið Føroyar skulu spæla á útivølli ímóti Aserbadjan.
Betuel Hansen, Jákup Vatnhamar Olsen og Petur Knudsen vórðu innskiftir í seinna hálvleiki, og teir stóðu seg væl.
Føroyar-Russland 0-3 (0-3)
U-21 EM undankapping
Á Svangaskarði hósdagin fyrsta september 2016 kl. 18.00
0-1: Komlichenko 7.
0-2: Martin Karpov 30.
0-3: Evseev 43.
Føroyar: Niklas Thomsen - Gestur B. Dam, Andrias H. Eriksen, Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson - Patrik Johannesen (Betuel Hansen, 57.), Jonas G. Hansen, Hákun Edmundsson, Magnus Egilsson (Petur Knudsen, 68.) - Teit Jacobsen (Jákup Vatnhamar Olsen, 52.), Jákup Thomsen
Á beinkinum eru Karstin Hansen, Jákup F. Hansen, David Langgaard, og Benjamin Heinesen.
Gult kort: Hákun Edmundsson, Betuel Hansen
Venjarar: Bill Jacobsen og Eli Hentze
---
LIÐUGT
0-3
90) 0-3
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
84) 0-3
Einki spyrst burturúr innlegginum, og í skjótum mótálopi er um reppið, at tað verður vandamikið, men føroyingarnir bjarga støðuni við at gera fríspark.
83) 0-3
Fínt føroyskt álop í høgru, sum endar við at innkast verður blokerað til horna.
80) 0-3
Tað hava verið ógvuliga fáir og smáir málmøguleikar eftir steðgin. Leikferðin er væl lægri, enn hon var undan steðginum. Russararnir taka sær nógv meiri av løttum nú.
77) 0-3
Hákun Edmundsson kemur aftur á vøllin.
75) 0-3
Hákun Edmundsson liggur skaddur á vøllinum. Um hann ikki verður førur fyri at spæla meiri, so verður føroyska liðið undirmannað síðsta korterið.
72) 0-3
Nú er rokmikið eftr nærdyst. Tað er heitt blóð báðar vegir.
GULT KORT. Betuel Hansen og Zhemaletdinov.
70) 0-3
Jákup Thomsen roynir seg av brotsteigarmarkinum og eitt sindur úr vinstru. Málverjin hálvbjargar, og tað endar við innkasti í høgru, sum einki spyrst burturúr.
68) 0-3
Petur Knudsen avloysir Magnus Egilsson. Harvið hevur føroyska liðið framt allar sínar útskiftingar.
67) 0-3
GULT KORT: Hákun Edmundsson - hann er harvið leikbannaður næsta dyst.
66) 0-3
Fínt føroyskt álop. Betuel Hansen dregur fram í vinstru og leggur í brotsteigin, har málverjin tekur bóltin fyri nøsini á Jonas G. Hansen.
62) 0-3
Russarar eru sera tryggir á bóltinum. Nú leggja teir ikki so nógv fyri, sum teir gjørdu undan steðginum.
57) 0-3
Betuel Hansen avloysir Patrik Johannesen - verjukend skifting.
55) 0-3
Føroyska spælið hevur síðstu løtuna hingið betri saman, enn tað hevur gjørt síðani fyrstu løtuna.
52) 0-3
Besti føroyski spælarin, Teit Jacobsen, fer at vøllinum, og í hansara stað verður settur Jákup Vatnhamar Olsen.
46) 0-3
Ongar skiftingar eru gjørdar, nú tað verður farið undir seinna hálvleik. Líkindini eru framvegis av teimum fagrastu.
HÁLVLEIKUR
Spælararnir eru farnir at hvíla seg og tosa við venjararnar um, hvussu tað skal leggjast til rættis ís einna hálvleiki, nú trýstið hevur verið so øgiligt, og Russland er frammanfyri 3-0 eftir fyrra hálvleik.
43) 0-3
Eftir skjótt álop og innlegg úr vinstru og út frá verður bólturin settur dygst inn við handara stólpanum.
43) 0-3
0-3: Evseev
41) 0-2
Bill Jacobsen, annar av venjarunum, tosar við tveir av eykamonnunum, sum longu nú hita upp. Tað eru Jákup Vatnhamar Olsen og Betuel Hansen, ið kanska verða skiftir inn eftir steðgin.
39) 0-2
Ári Mohr Jónsson leggur við frísparki innfyri úr vinstru, føroyingarnir vinna luftdystin í brotsteiginum, men tað eydnast ikki at mynda vandamikla støðu.
36) 0-2
Teit Jacobsen er óførur. Hann vinnur nærdystir, og hann megnar at bjóða av ein ímóti einum. Fínt av Teiti, sum er yngsti maður á føroyska liðnum.
34) 0-2
Tað er øgiliga torført hjá føroyska liðnum, og heimamenninir kennast vera ikki sørt ørkymlaðir.
Nú er Teit Jacobsen fluttur aftur á miðvøllin í høgru, og Patrik Johannesen er fluttur longri fram á vøllin.
30) 0-2
Hetta var ikki gott! Eftir horna úr vinstru, sum ikki kendist vera so vandamikið, var føroyski málverjin óheppin, tá ið hann skuldi fáa fatur á honum, og so var aftur mál.
30) 0-2
0-2: Martin Karpov
26) 0-1
Tað knípir við samanspælinum hjá føroyingunum. Tá ið tað endiliga eydnast at fáa fatur á bóltinum, kenna okkara menn seg so kroystar, at teir sparka fram, og so hava russarar aftur fatur á bóltinum.
24) 0-1
Í løtuni hava føroyingarnir so at siga ikki bóltin!
22) 0-1
Russararnir hava bóltin meiri, og ofta er dagsskráin hjá føroyingum at renna aftan á mótstøðumonnunum. Tað er lítið hugaligt, og tað kostar nógva orku.
18) 0-1
Nú var heilt tætt við, at russiska leiðslan varð tvífaldað. Føroyingarnir vildu hava rangstøðu, men dómarin tagdi, og bólturin streyk framvið stólpanum, tá ið Zhemaletdinov royndi seg. Risa møguleiki.
15) 0-1
Russland leggur ofta press á vinstru álopssíðu, og nú var aftur talan um innlegg av sama slagi, sum tað var, tá ið teir skoraðu. Hesa ferð var heimaverjan væl skipað.
12) 0-1
Føroyska liðið hevur fótað sær eftir vónbrotið, sum tað var, at Russland skoraði beinanvegin, eftir at Føroyar høvdu havt risa møguleika. Nú var tætt við, tá ið Føroyar høvdu horna í vinstru, men Hørður Askham stútaði upp um málið.
07) 0-1
0-1: Komlichenko
So var 1-0 til Russland. Føroyar høvdu risa møguleika at leggja seg framum. Tað kiksaði, tá ið bólturin varð blokeraður, tá ið Patrik Johannesen royndi seg, og í skjótum mótálopið stútaði Russland seg framum eftir innlegg - sera óheppið!
07) 0-0
Risa møguleiki til føroyska liðið, men tað kiksar.
06) 0-0
Russisku spælararnir kennast vera sera stinnir á bóltinum.
04) 0-0
Russland tiltuskar sær horna í vinstru. Tað er vandamikið, men føroyingar beina bóltin út til innkast í høgru.
03) 0-0
Jákup Thomsen bjóðar av, sneiðir framvið mótstøðumanni og smekkar til, men bólturin fer omanfyri málið.
01) 0-0
Russararnir hava bóltin, sum teir við toli senda ímillum sín.
Føroyar verja vestara málið.
00) 0-0
Føroyingarnir eru í hvítum troyggjum og bláum buksum, og russiska liðið er í reyðum.
00) 0-0
Dómarabólkurin er úr Litava.
00) 0-0
Liðini eru komin á vøllin, og nú verða tjóðsangirnir spældir - fyrst tann russiski og síðani tann føroyski.
Føroyar hava í kvøld vitjan av Russlandi. Talan er um landsdyst millum U-21 landsliðini. Í kvøld eiga Føroyar heimavøll á Svangaskarði, har líkindini at spæla fótbólt eru tey fagrastu.
Tá ið liðini hittust í Krasnodar 12. november í fjør, vann Russland 2-0 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Føroyska liðið sær soleiðis út í kvøld:
Niklas Thomsen - Gestur B. Dam, Andrias H. Eriksen, Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson - Patrik Johannesen, Jonas G. Hansen, Hákun Edmundsson, Magnus Egilsson - Teit Jacobsen, Jákup Thomsen
Á beinkinum eru Karstin Hansen, Jákup F. Hansen, Jákup Vatnhamar Olsen, David Langgaard, Betuel Hansen, Petur Knudsen og Benjamin Heinesen.
Sammett við dystin í Krasnodar er næstan helmingurin av føroyska liðnum nýggjur. Seks spælarar, sum vóru við í november, eru framvegis á liðnum, meðan fimm eru nýggir. Nýggju menninir eru Niklas Thomsen, Hørður Askham, Hákun Edmundsson, Teit Jacobsen og Jákup Thomsen.
Teir avloysa Elias Rasmussen, Sonna Ragnar Nattestad, Jóannes Bjartalíð, Brand H. Olsen og Benjamin Heinesen.