Tað er toppur ímóti botni og samstundis grannauppgerð, tá ið oddaliðið Víkingur og botnliðið ÍF í kvøld bresta saman í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Dysturin verður spældur í Sarpugerði.
Víkingur hevur ongan summarsteðg havt, og tað eru einans tríggir dagar síðani teir spældu Europa League. Hetta var á Tórsvølli, har teir ruku út eftir 2-0-tap ímóti íslendska FH.
Lurta eftir dystinum beinleiðis á Rás2 HER
Hinvegin dúvar ÍF upp á at hetta verður ein nýggj byrjan, tí í løtuni eru átta stig til bjargingina. Felagið hevur í steðginum skrivað undir við Frederik Selch Poulsen, Pedro Tarancon Anton, Magnus Jarnskor og heimafturkomna Andrias Højgaard.
Alt kann henda í einari grannauppgerð. Seinast liðini møttust, tað var 14. mai í Fuglafirði, endaði tað við 1-1-javnleiki.
Dysturin byrjar kl.19.00. Rás2 er til HM-hondbólt í Algeria, men fylgir eisini Effo-dystinum í Sarpugerði og varpar seinna hálvleik út beinleiðis.