Skilið er ringt nógva staðni í heiminum. Vit hoyra dagliga um kríggj og neyð og elendigheit ymsa staðni kring knøttin. Ikki gott hjá teimum, ið har búgva. Eg blívi í døpur huga, tá eg hoyri um alt tað ringa, ið gongur fyri seg í heiminum.
Vit eru heppin í Føroyum at liva í hesum trygga og góða landi. Her eru góðir og tryggir karmar hjá øllum at vera. Vit hava tættar familjurelatiónir og vit ansa væl eftir hvørjum øðrum. Vit hava góðar sosialar skipanir, sum kunnu lofta teimum, ið hava onkran tørv á hjálp ella stuðul av ymsum slag. Tað skulu vit vera takksom fyri.
Hetta er tó ikki heilt ókeypis, skilt soleiðis, at onkur má gjalda. Játtanir á fíggjarlógini mugu fylgja við, fyri at sosialu skipanirnar hava møguleika at virka eftir tørvi. Her er tað umráðandi sum politikari at hava gott vit og skil.
Hvussu húsast vit best við tí fíggjarkarmi, sum nú einaferð er til taks? Tað er eyðsæð ikki so lætt at leggja eina fíggjarætlan, har øll fáa tað, tey ynskja.
Eg ætli mær tó í øllum førum at virka fyri, at vit brúka peningin rætt og skilagott.
Tað krevur dirvi og støðufesti at leggja rygg til eina fíggjarætlan. Hetta haldi eg meg vera føra fyri.
Millum annað tí bjóði eg meg fram sum valevni til løgtingsvalið. Vit ungu kunnu væl gera mun. Eisini tá tað ræður um fíggjarpolitikk.
X við Sunnvá Dahl Høgfeldt.










