Beinta av Reyni í listasavni

Í summar skipar Listasavn Føroya fyri framsýning við Beintu av Reyni, har 26 málningar vera at síggja. Hon málar modernað og nýrealistisk, og setir áskoðaran í bás í landslagsmálningum sínum við at mála gardinur og blómur frammanfyri, so at áskoðarin verður tilvitaður um, at hann hyggur innanífrá og út gjøgnum vindeygað. Hetta er tað sokallaða kvinnuliga sjónarhornið, tí arbeiðsplássið hjá kvinnuni var har heima, og soleiðis upplivdi Beinta av Reyni føroyska landslagið sum barn hjá ommuni og abbanum á Eiði. Í samband við framsýningina er bók gjørd, ið Dagmar Warming listfrøðingur hevur skrivað.