Hon arbeiddi sum grannskoðari til árslok í 2007, tá ið nýggjar avbjóðingar stóðu fyri framman, men tó á sama arbeiðsplássi.
Beinta gjørdist landsgrannskoðari 1. januar í 2008, og starvið hevur hon røkt síðani. Tað er formansskapurin í Løgtinginum, ið tilnevnir landsgrannskoðaran, og virki hennara í tí starvinum er at standa fyri roknskapargrannskoðanini, umframt at vera skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum.
Sum landsgrannskoðari hevur Beinta millum annað gjørt sítt til, at stovnurin hevur verið í støðugari fakligari menning og at starvsfólkini hava sterkar og viðkomandi førleikar. Sjálv tók hon prógv sum cand.merc.aud. frá Copenhagen Business School í 2007. Nevnast kann, at Beinta var millum tey fyrstu, ið sá týdningin av skipaðari KT-trygd á landsins stovnum.
Í arbeiði sínum hevur Beinta verið virkin í norðurlendskum samstarvi, har Landsgrannskoðanin er við á jøvnum føti við onnur lond. Hon hevur tí eisini fleiri ferðir verið vertur fyri norðurlendskum arbeiðsfundum og ráðstevnum.
Yrkisleiðin hjá Beintu Dam byrjaði sum skrivstovulærlingur. Hon var avlærd á Tórshavnar skipasmiðju í 1981, men helt fram at arbeiða har í trý ár, til maðurin og hon fóru undir hægri lestur í Danmark. Fyrst tók hon hægri handilsskúla á Tietgenskolen í 1987 og síðani HA á Copenhagen Business School í 1991.
Beinta og familjan fluttu heimaftur í 1991, tá ið hon fór í starv á marknaðar- og organisatiónsdeildini í Føroya Banka, har hon var í fimm ár, til hon kom á Landsgrannskoðanina.
Beinta Dam, sum er ættað úr Runavík, er gift við Hans Christian Dam úr Havn, og búgva tey í barnaheimi hansara í Havn. Tey eiga trý børn og seks barnabørn.











