Fysioterapi er ein íløga í heilsuna – hava vit ráð at lata vera?

Í dag, 8. september, er altjóða fysioterapidagur. Í ár verður sjóneykan kring knøttin sett á leiklutin hjá fysioterapi í fyribyrging, viðgerð og endurvenjing av hjarta- og æðrasjúkum og heilabløðing ella blóðtøppi í heilanum (heilatilburði).

Tíðindaskriv:

 

Men dagurin gevur eisini høvi til at seta ein størri spurning:

Hvussu væl gagnnýta vit fysioterapi sum part av okkara heilsuverki?

 

Hjarta- og æðrasjúkur eru størsta deyðsorsøk í heiminum. Á hvørjum ári doyggja milliónir av fólki av hesum sjúkum, og ein stórur partur av deyðsføllunum stavar frá hjartatilburðum og heilatilburðum.

 

Samstundis vita vit, at nógv kann gerast fyri at fyribyrgja hjarta- og æðrasjúkum. Reglulig rørsla hevur stóran týdning og kann millum annað minka um váðan fyri hjarta- og æðrasjúku, høgum blóðtrýsti, diabetes og heilatilburði.

 

Ársins evni á altjóða fysioterapidegnum snýr seg tí ikki bara um endurvenjing, tá sjúkan longu er staðfest ella tilburðurin er hendur. Tað snýr seg eisini um tað, sum kann gerast áðrenn.

 

Fysioterapeutar hava førleikar til at hjálpa fólki og meta um øktar váðar fyri sjúku, og vegleiða teimum í, hvussu rørsla og venjing kunnu gerast ein tryggur og natúrligur partur av gerandisdegnum. Hjá teimum, sum longu hava hjarta- og æðrasjúku, kann fysioterapi vera ein týðandi partur av viðgerðini og hjálpa teimum at varðveita førleika og eitt virkið lív við avbjóðingini.

 

Tá førleikin verður avgerandi

 

Ein av fýra fær ein heilatilburð einaferð í lívinum. Eftir ein heilatilburð kann gerandisdagurin broytast grundleggjandi, og førleikar, sum áður vóru sjálvsagdir, kunnu brádliga gerast truplir.

 

Her hevur endurvenjing stóran týdning. Fysioterapi kann hjálpa fólki at endurvinna rørslu, styrki og javnvág og at venja teir førleikar, sum skulu til, fyri aftur at kunna taka lut í gerandisdegnum. Málið er, at tann einstaki kann endurvinna so stórt sjálvbjargni og so góða lívsgóðsku sum gjørligt.

 

Men heilatilburður er bara eitt dømi um eitt nógv størri arbeiðsøki.

 

Fysioterapeutar arbeiða við heilsu og førleika gjøgnum alt lívið – frá motoriskari menning og rørslugleði hjá børnum til fyribyrging, viðgerð og endurvenjing hjá vaksnum og eldri. Vit arbeiða við pínu og skaðum, varandi sjúku, endurvenjing eftir sjúku og skurðviðgerð og við at hjálpa fólki at varðveita førleikar, styrki og sjálvbjargni.

 

Felagsnevnarin er ofta tann sami:

At fólk kunnu varðveita ella endurvinna førleikan at liva eitt virkið og sjálvbjargið lív, longst møguligt.

 

Vit mugu seta inn, áðrenn tørvurin gerst ov stórur

 

Í heilsuverkinum verður sjálvandi nógv gjørt, tá sjúkan er staðfest, skaðin er hendur, ella førleikin longu er skerdur. Men vit eiga samstundis at spyrja, um vit seta nóg nógv inn, áðrenn vit koma hartil.

 

Fyribyrging er ikki bara ein spurningur um at siga fólki, at tey eiga at røra seg meira. Pína, sjúka, ótti, skerdur førleiki og aðrar avbjóðingar kunnu gera tað trupult at vera virkin. Tað krevur fakliga vitan at meta um fortreytirnar hjá tí einstaka og finna røttu leiðina fram.

 

Her hava fysioterapeutar eina vitan, sum vit eiga at gagnnýta betur.

 

Hava vit ráð til at lata vera?

 

Vit vita, at tørvurin á heilsu- og vælferðartænastum verður stórur eisini komandi árini. Tað ger tað uppaftur týdningarmiklari, at vit ikki bara seta inn, tá tørvurin á hjálp longu er vorðin stórur.

 

Fysioterapi eigur tí ikki bara at verða sæð sum ein útreiðsla, tá fólk eru vorðin sjúk ella hava mist førleika. Tað er eisini ein íløga í fyribyrging, heilsu, førleika og sjálvbjargni.

 

Spurningurin er tí ikki, um vit hava ráð til at raðfesta fysioterapi. Vit eiga heldur at spyrja, um vit hava ráð til at lata vera.

 

Tá eitt barn fær betri fortreytir fyri rørslu og menning, tá eitt menniskja kann varðveita arbeiðsførleikan hóast pínu ella sjúku, tá ein persónur endurvinnur førleikar eftir ein heilatilburð, ella tá eitt eldri fólk kann varðveita styrkina og klára seg sjálvt longri, hevur tað stórt virði.

 

Fyrst og fremst fyri tað einstaka menniskjað og tey avvarðandi – men eisini fyri samfelagið.

 

Á altjóða fysioterapidegnum vilja vit tí minna á, at rørsla og førleiki hava týdning gjøgnum alt lívið. Tørvur er á fysioterapeutum fleiri staðni í samfelagnum, bæði til at fyribyrgja, viðgera og endurvenja – og til at hjálpa fólki at varðveita tað, tey enn megna.

 

Annika Osvaldsdóttir Sørensen

Forkvinna í Fysioterapeutfelag Føroya