Benzema er maðurin hjá Real Madrid

Champions League: Tríggir fyrrverandi vinnarar fingu stig í seinnapartsdystunum

Tveir dystir hava verið fyrr í kvøld í seinnu hálvuni av fjórða umfari í Champions League bólkaspælinum. Real Madrid vann 2-1 á Shakhtar Donetsk, meðan AC Milan og FC Porto spældu javnleik.

 

Í bólki D vann Real Madrid týðandi sigur á Shakhtar Donetsk úr Ukreina. Gestirnir vóru annars væl við í dystinum, eftir at Karim Benzema aftaná eitt korter legði Real Madrid á odda. Tað var ikki óuppiborið, tá Fernando javnaði fimm minittir fyri tíð.

 

Í seinna hálvleiki var Shakhtar Donetsk omaná, men so kom gylta løtan hjá Real Madrid. Við flottum og skjótum spæli bleiv Karim Benzema, sum sjálvur var partur av uppspælinum, spældur púra leysur í brotsteiginum og skoraði til 2-1. Real Madrid liggur nú væl fyri í stríðnum um at koma víðari.

 

Í bólki B gongur einki hjá AC Milan, sum er sjeyfaldur vinnari av Champions League. Eftir nøkur ár uttanfyri er AC Milan við aftur, men heldur ikki í dag gekk at fáa fult. AC Milan spældi javnleik móti FC Porto, sum er í harðari kapping við Atletico Madrid, um at koma víðari.